Føroya Marsjur

March-nevndin hjá ítróttarfelagnum í Mjørkadali hevur í tíðindaskrivi sagt frá, at sonevndi Færø-March 2005 verður kristi himmalferðardag, t.e. hósdagin 5. mai.
Talan er um ein gongutúr, sum er á leið 15 kilometra langur, og verður lagt til brots frá Keypsamtøkuni í Høvík kl. 12. Ætlandi verða luttakararnir í Mjørkadali kl. 16.
Talan er hvørki um tilmelding ella kostnað, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tey, sum vilja vera við, skulu bara møta í Hoyvík undan fráferðini.