Føroya Mansstýri - ein saga blot

Rigmor Dam
valevni hjá Javnaðarflokkinum

Tíðin er búgvin til at broyta kyns- og aldursbýtið hjá teimum, sum í hesum landi ráða!
Tí fari eg við hesum vinaliga at biðja um tína atkvøðu á fólkatingsvalinum, so Føroyar kunnu fáa eina 33 ára gamla Javnaðarkvinnu á Fólkating, sum fyrst av øllum stríðist fyri rættvísi og vælferð fyri fólkið.
Eg bjóði meg fram at umboða teg á Fólkatingi næstu fýra árini. Míni hjartamál á Fólkatingi verða fyrst og fremst:
?at yvirtaka sjálvstýrismálið, so tað verður her heima, vit avgera tað, sum hevur við okkara land at gera
?at virka fyri, at Føroyar fáa fulla viðurkenning og fullan limaskap í Norðurlandaráðnum
?at ansa eftir, at føroyskt sjálvræði ikki verður avreitt til Bruxelles, tá Danmark letur frá sær vald til ES
?at fáa í lag gott og virðiligt samstarv við samstarvsfelagar á Fólkatingi - Føroyum og øllum føroyingum til frama
?at danir fáa eina rættvísa og virðiliga mynd av okkara kæra móðurlandi, og av okkum sum fólk og tjóð.

Blíðar heilsanir og gott val