Føroya mál á mannatungu

John S. Myllhamar
---

Hvítusunnudag vóru vit mint á, tá ið øll menniskju saman tóku avgerð at byggja eitt torn í býnum Bábel, ið røkka skuldi heilt upp í himmiríkið. Mannaættin skuldi skapa sær eitt navn, segði hon – og tað kundu hon eisini, tí øll tosaðu tey sama mál. Men skaparin sá at menniskjan var ov valdsjúk, tí steig hann niður og fløkti málið, so at tey ikki longur skilti hvønn annan. Tá ið ein rópti stein, rópti ein annar kálk. Av hesum fekk býurin Bábel navn sítt, tí Bábel merkir fløkja, hurlivasi. Vit kunnu nærum hoyra tað í orðinum: Babel – bla bla – tað er ein samanlíkning av ljóðinum: Maður byrjaði at tvætla og skilti ikki, hvat síðumaðurin segði. Á ein hátt kann tað samanberast við, tá ið góð føroysk orð sum stórt, yndisligt og gott, verður til mega cool og feitt, sum ikki er nakað mál - í hvussu so er ikki føroyskt.
Frásøgnin um Bábel verður ofta brúkt sum ein mótfrásøgn til hvítusunnufrásøgnina um, hvat hendi í Jerúsalem. Í Bábel skilti skaparin menniskjuni sundur, við at lata tey tosa óskiljandi orð, sum ikki var teirra mál. Á hvítusunnu savnaði hann tað spjadda fólkið, so at tað aftur skiltu hvønn annan og kundu tosa saman á teirra máli.
Tað málsliga nemur øll tey ymisku fólkasløgini í Jerúsalem. Eitt reint móðurmál ljóðar nú, tá ið tey brádliga hoyra lærusveinarnar tosa á teirra egna máli, sum tey vóru fødd við: “Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu, í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum,” stendur í Ápostlasøguni. Hetta vakti stóra undran og gleði, ja, kanska eina kenslu av tjóðskapi henda dagin
Í Føroyum eru bygdarmálini ymisk. Tað er hugtakandi og avdúkar, hvaðan vit hava okkara ættarbregi. Tokkaligt. Kortini eigur eitt land í almensku at hava eitt tjóðmál, røkja tað og ikki blanda tað við fremmand mál, ið umsíður vinna og taka yvir.
Næstu grannar okkara hava fyri langari tíð síðan list móðurmálið – fedranna mál, og harvið ein umvarðandi part av teirra samleika.
Á ferð í Hetlandi, legdi Jákup doktari seg eftir at leita upp, hvat eftir var av gamla norrøna málinum Norn, og at festa á blað leivdirnar av tí, sum hevði verið talumál hetlendinga heilt upp til miðjuna av 19. øld, men sum varð trokað til viks av enskum. Sagt verður, at hann lá á knøum framman fyri seingini og legði oyra at munninum á einum av seinastu hetlendingum, ið dugdi eina leivd av móðurmálinum, fyri at fáa okkurt orð við av tí, hesin mintist. Gamli maðurin endurgav millum annað brot úr bønini Faðir vár. Hendingin minnir um, tá ið hin seinasti geirfuglurin var ørdripin. Nú hava hetlendingar einki fedranna mál, men eitt bronglut skotskt bygdarmál. Tað vísir, hvussu stutt tíð skal til, at eitt mál eyður eitt annað.
At vit eiga eitt ríkt og rúgvumikið móðurmál, prógvar hin 2.398 síðu mikla Móðurmálsorðabókin. Eitt avreksverk við stórum orðaúrvali, ið átti at havt áhuga hjá okkum øllum – serstakliga hjá miðlafólki og skrivandi fólki at leita í.