Føroya mál á manna tungu

Stórtíðindini 2. páskadag í útvarpinum vóru, at Árni Dahl og Jonhard Mikkelsen høvdu heitt á løgtingið um, at tað skuldi standa í nýggju lógini um Fróðskaparsetur Føroya, at føroyskt skuldi vera høvuðsmálið í undirvísingini á Fróðskaparsetrinum

Orsøkin sigst vera, at í lógaruppskotinum, sum landsstýriskvinnan í skúlamálum hevur lagt fyri tingið um Fróðskaparsetrið, verður einki sagt um støðuna hjá móðurmálinum, og tað undra teir báðir lærararnir í føroyskum á Føroya Læraraskúla seg yvir. Teir mæla staðiliga til, at tað verður felt niður í lógina um Føroya lærda háskúla, at føroyskt er almenna málið í Føroyum.

Lat tað vera sagt beinan vegin, at teir báðir Árni og Jonhard brenna fyri tí føroyska málinum, og báðir hava hvør í sínum lagi gjørt eitt megnar arbeiði til frama fyri málmenningina bæði við síni undirvísing og sínum bókmentaligu avrikum.

Men við hesari áheitanini á løgtingið haldi eg, at teir eru farnir heilt skeivir. Vit eiga ikki í serlógum at tvíhalda um og lógarfesta sjálvsagda fyrstarættin hjá føroyska málinum í Føroyum. Tann rætturin er einaferð med alla grundfestur í (tí yvirskipaðu) Heimastýrislógini, sum sigur, at føroyskt er høvuðsmálið. Eingin rættsiktaður føroyingur ivast í dag eina løtu í tí. At tað so eisini stendur, at danskt eins væl og føroyskt kann nýtast í almennum viðurskiftum, skerjir ikki fyrstarættin hjá føroyskum.

Skal nýggja lógin um Fróðskaparsetrið hava eina tílíka áseting, so skulu í fyrsta lagi allar aðrar skúlalógir eisini hava somu áseting, og hvar enda vit so. Og er tað til nakran frama fyri føroyska málið? Fyri mær virkar tað beinleiðis heimføðisligt, at felt verður niður í lógina, at føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað hugsi eg, at landsstýriskvinnan í mentamálum eisini man halda, eftir sum hon sjálvandi tekur tað sum givið.

Í valstríðinum hoyrdu vit so íðuliga valevni møsna um, at vit skuldu hava eitt altjóða universitet. Hetta man vera eitt heilt serligt serføroyskt fyribrigdi, tí onga staðni í øllum heiminum finst nakað “altjóða universitet”. Men har finnast universitet, og fleiri av teimum eru kend um allan heimin, og tað verða tey einans við dygdini á teimum framúrskarandi lærarunum, sum tey megna at draga til sín úr øllum heraðshornum.

Er tað meiningin, at vit skulu leggja Fróðskaparsetrið í haft og einans gera tað møguligt hjá teimum at undirvísa, sum duga tað almenna málið, so er eingin vandi fyri, at vit fara at gerast altjóða kend fyri okkara akademisku dygdir, men tá verður tað heldur fyri okkara heimføðisligheit og fyri at skerja útlendskum undirvísarum møguleikan fyri at undirvísa og Fróðskaparsetrinum møguleikan fyri at skipa lesturin á besta hátt. Ætlanin hevur leingi verið at víðka útboðið av útbúgvingum á Setrinum uppaftur meira, enn tað nú er, og tað er óhugsandi at dríva eitt universitet uttan í rættiliga stóran mun at gera brúk av fremmandum lærarakreftum.

Sjálvandi skulu vit verja og menna tað føroyska málið av øllum alvi, tí tað er okkara fremsta samleikaeyðkenni. Men vit skulu gera tað við støðugt at byggja tað upp innanífrá, ikki við at leggja fótonglar fyri menningini.

Skulu føroyingar gera sær vón um at vera við í altjóðagerðini, sum er ein treyt fyri, at vit kunnu halda fram at menna hetta samfelagið, so mugu vit hava dirvi at lata okkara lærda háskúla sleppa at varðveita sítt akademiska frælsi og ikki fjøtra hann við bindandi reglum.

Føroyska málið hevur ongantíð verið so ríkt og so liðiligt, sum tað er á okkara døgum, og tað fer at menna seg enn meira í framtíðini, og tað hóast – ella kanska júst tí, at ongantíð áður hava so nógvir føroyingar lært so nógv fremmandamál sum nú.