POLITIKKUR
Ein av okkara fremstu búskaparfrøðingum, Magni Laksáfoss, er ikki samdur í atfinningunum hjá Búskaparáðnum um, at Vinnumálaráðið ikki skal reka føroyska samfelagið sum eina fyritøku.
- Eftir mínum tykki skal føroyska samfelagið rekast sum ein fyritøka, tí okkara vinnubygnaður er so sjáldsamur, at neyðugt er at hugsa um samfelagið Føroyar eftir einum vinnubúskaparligum leisti, sigur Magni Laksáfoss við Sosialin
Magni vísir á, at føroyska vinnulívið arbeiðir ikki undir somu korum sum vinnulív í øðrum londum, og tí er neyðugt, at samlaða føroyska samfelagið verður nýtt eftir sama mátistokki sum fyri eina fyritøku.
-So leingi vit hava so høgan orkuprís, kemur vinnulívið í Føroyum aldrin at hava somu kor sum okkara grannalond í Íslandi og Noregi, greiðir Magni frá.
Umframt orkuprísin, so nýta føroyingar væl størri útreiðslur til fiskivinnuna, enn íslendingar gera. Magni Laksafoss sigur, at føroyingar hava væl longri fjarleiðir eftir fiski, enn eitt nú íslendarar hava, og hevur hetta eyka útreiðslur við sær.
Ósamdur við niðurstøðuni
Spurdur um hvat hann helt um sjálva niðurstøðuna hjá Búskaparráðnum, var Magni ikki heilt samdur.
- Tað tykist mær, sum teir hava stært seg blindar uppá tær fríðu marknaðarkreftirnar, tí uttan at siga tað beinleiðis, virkar tað sum, at Búskaparráðið ynskir onga almenna uppíblanding.
Sjálvandi skulu marknaðarkreftirnar ikki stýra føroyska vinnupolitikkinum, tí ein vinnupolitikk mugu vit hava, sigur Magni við Sosialin
Magni leggur dent á, málsetningurin í einum vinnupolitikki má vera, at føroysk virkir hava besta kappingarførið, og vinnupolitikkurin kemur privata vinnulívinum at gagni, so at borgarin í Føroyum fær sum mest burturúr.
Tiltøkini frá almennari síðu kunnu vera, at taka burtur forðingar, sum t.d høgir orkuprísir eru, og at privata vinnulívið fært best møguligar karmar at arbeiða undir.
Sum eitt dømi, dregur Magni Laksáfoss Føroya Tele fram, sum fyri nøkrum árum síðani gjørdist eitt alment partafelag. Bygnaðarbroytingin førdi við sær, at teleprísirnir fóru niður, og kappingarførið hjá føroysku fyritøkunum batnaði munandi.
- Eg meti eisini, at Búskaparráðið er farið eftir einum teoretiskum tangenti, og hetta skal meinast við, at teirra niðurstøður eru mær nakað fráleikakendar. Í vinnulívspartinum verður ikki komið við nøkrum vinnupolitiskum tilmælið, men heldur verður størri dentur lagdur á at finnast at Vinnumálaráðnum, sigur Magni Laksafoss um niðurstøðuna hjá Búskaparráðnum.
Annars letur Magni væl at fyrsta partinum av frágreiðingini, sum hann sjálvur sigur verða góðan og sakligan.
Satsið uppá hjávinnurnar
Til kjakið um hvørjar vinnur føroyingar eiga at satsa uppá, so føroyska samfelagið fær fleiri bein at standa á, er Magni eirindaleysur:
- Vit hava tað svart uppá hvítt, at lond um eitt Ísland og Italia, ið bæði hava satsað nógv uppá hjávinnurnar, standa seg rættiliga væl í dag, og tí er hetta eisini ein gongd leið hjá føroyingum
Magni vísir á, at í Føroyum hava vit ikki somu møguleikar sum onnur lond, og tí skal ein satsing til á ávísum økjum. Í Føroyum hava vit eina rúgvu av hjávinnum afturat fiskivinnuni, ið undir røttum umstøðum kunnu menna seg til at vera eitt týdningarmikið ískoyti til høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuna.
- Eg eri ikki samdur í leistinum hjá Búskaparráðnum, tí um neyðugt er, skulu vit hava almenna uppíblanding, sum tryggjar hjávinnunum góðar umstøður. Her hugsi eg ikki um studning, men heldur gransking og góðar møguleikar fyri útbúgving, sigur Magni Laksafoss.
Hjávinnurnar, sum Magni hugsar um, eru eitt nú skipasmiðjurnar, trolvinnan, lemmavinnan os.fr.
- Mín áskoðan er greið, vit skulu satsa fult og heilt uppá hjávinnurnar hjá fiskivinnuni, tí har hava vit bestu møguleikarnir at menna okkum, og føroyska samfelagið hevði notið væl av einari sundurbýttari fiskivinnu, har hjávinnurnar kundi stabilisera tí óstøðugu fiskivinnuna nakað, greiðir Magni Laksafoss at enda frá.










