ÓLAVUR Í BEITI
? Landsstýrismaðurin stovnar eitt lívs-tryggingarpartafelag við partapeningi, sum verður teknaður av landsstýrinum. Navnið á partafelagnum verður P/f Føroya Lívstrygging. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirksemi við seinni broytingum, og løgtingslóg frá 23. mai 1997 fyri Føroya Lívstrygging við seinni broytingum, stendur m.a. í nýggja uppskotinum sum Finnbogi Arge, landsstýrismaður hevur lagt fram.
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Finnbogi Arge, at við hesum uppskoti verður lagt upp til, at galdandi lóg um lívstryggingarvirki verður tikin av, og Føroya Lívstrygging umskipað í eitt partafelag, sum skal virka eftir løgtingslógini frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi.
? Uppskotið er seinasta stig í nútímansgerðingini av tryggingarøkinum í Føroyum, sum byrjaði tann 18. juni 1986, tá ið landsstýrið setti ein arbeiðsbólk, sum skuldi kanna tryggingarlóggávuna og tryggingarviðurskiftini.
? Lógin er generel,og fevnir tí um alt tryggingarvirksemi t.v.s. bæði skaðatryggingarvirksemi og lívstryggingarvirksemi, sigur Finnbogi Arge í viðmerkingunum.
Landskassin
eigur eginognina
? Orsakað av ivamáli um rættarligu støðuna hjá Føroya Lívstrygging eru gjørdar nágreiniligar løgfrøðiligar kanningar av, hvør rættarliga støða stovnsins er, bæði av Vinnumálastýrinum og Føroya Lívstrygging, og er niðurstøðan greið, at Føroya Lívstrygging er ein partur av almennu fyrisitingini, sum ein serligur fyrisitingarligur stovnur, og eigur landskassin eginognina í stovninum. Tó skulu grundaðar vónir hjá tryggingartakarum um bonusveitingar uppfyllast, sigur Finnbogi Arge
Og víðari sigur landsstýrismaðurin, at ikki fyrr enn hesar broytingar eru gjørdar, verður frí kapping á lívstryggingarøkinum møgulig. Hetta tí at einkarrætturin sambært 1966-lógini fellur burtur, og Føroya Lívstrygging kemur at virka á privatrættarligum grundarlagi og eftir somu treytum sum møguligir kappingarneytar.
Miðað verður ímóti, at partafelagið verður stovnað við einum kontantum innskoti upp á kr. 500.000.