Sambært kanning, ið lærarafelagið hevur gjørt, har tey hava spurt 26 nýútbúnar lærarar um starvsviðurskifti, svara helvtin av 26, at tey hava fingið tíðaravmarkað starv. Hetta skrivar heimasíða felagsins í dag.
- Hetta er ein óheppin gongd, tá fólk longu í apríl skulu hugsa um hvar tey verða næsta skúla ár, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann vísir á, at alt fleiri av nýútbúnum lærarum ikki fáa fast starv og tað er gongd, ið ikki eggjar fólki at lesa til lærara. Tí mælir hann til at bíða í eitt ár við taka fleiri inn á útbúgvingina.
- Fróðskaparsetrið hevur sjálvandi síni arbeiðspláss at hugsa um, men støðan hjá nógvum lærarum er keðilig. Tey fáa ikki arbeiði í skúlanum og fara tí ofta aðrastaðni, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann sigur, at tað hevði givið meining um Fróðskaparsetrið heldur fór undir endurútbúgvingar til lærarar í eitt ár og fingið tann tørvin nøktaðan og so bíða í eitt ár við at tiki fleiri næmingar inn á læraraútbúgvingina.