Á nýggja portalinum sigur felagið, at síðan aðalfundin í 2006 hava øll í lærarafelagnum arbeitt miðvíst at skipa portal fyri alt virksemið hjá Føroya Lærarafelag.
- Og tað er ikki so lítið. Umframt sjálvt felagið reka vit Bókadeildina, bókaklubban, Strok, Skúlablaðið og nú eisini Bókamiðsøluna, sigur felagið.
Ætlanin er, at hvør deildin hevur sína heimasíðu. Síðurnar skulu hanga saman, so at tey, sum koma inn á eina, lættliga kunnu fara á hinar eisini. Tey smáu og yngru inn á Stroknetið. Síðan inn á Bókadeildina og bókaklubban, har til ber at lesa um bøkur og keypa frá Bókamiðsøluni.
Sagt verður víðari, at í fakfelags- og skúlamálum verður serliga heimasíðan hjá Skúlablaðnum virkin. Afturat Skúlablaðnum, sum kemur út 7 ferðir um árið, skal heimasíðan fara longri enn blaðið megnar og eisini draga fram mál, sum dagliga stinga seg upp.
Við hesum tiltaki vónar felagið:
At portalurin fer at vera til mikið gagn hjá lærarum, børnum og øllum teimum, sum hava áhuga fyri skúlaviðurskiftum og bókum.
At portalurin fer at birta upp undir kjakið um skúlavirðurskifti, so at úrslit spyrjast burturúr.
At portalurin kann gera sítt eisini at lata upp dyrnar til óendaliga heimin í bókmentunum og soleiðis eggja ungum og gomlum at lesa.
Portalurin er at finna á www.lararafelag.fo/