Landsstýrið alla ábyrgdina av arbeiðsósemjuni um fólkaskúlan
Nýggja fólkaskúlalógin er karmurin um virksemið í skúlanum, og tað er hetta virksemið, ið ásetur arbeiðið læraranna. Føroya Lærarafelag hevur rætt til at samráðast um lønar- og arbeiðsviðurskifti læraranna. Hetta er ásett í tænastumannalógini og í setanarsáttmála.
Hetta hevur løgmaður als ikki skilt ella vil ikki skilja.
Fólkaskúlalógin kom í gildi 1. jan. 1998, og tá byrjaðu skúlarnir at fyrireika og tilrættaleggja arbeiðið, so sum lógin fyriskrivar.
Var tað ikki ætlanin?
Tað vísti seg, at arbeiðsuppgávurnar vóru so nógvar og tíðarkrevjandi, og tað hevur Føroya Lærarafelag gjørt vart við frá fyrsta degi.
At nýggja fólkaskúlalógin áleggur lærarum og leiðarum nýggjar og broyttar uppgávur hava eisini fyrrverandi landsstýrismenninir í skúlamálum gjørt vart við ferð eftir ferð.
Semjan frá 31. okt. 1999 millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag, har m.o. Karsten Hansen hevur skrivað undir, sigur heilt greitt, at hesar samráðingarnar skuldu snúgva seg um allar hesar nýggju og øktu uppgávurnar í lógini.
Tað er beinleiðis ósatt, at Føroya Lærarafelag ikki vil samráðast!
Karsten Hansen hevur sjálvur undirskrivað semjuna frá 31. okt. 1999, men tá hann ikki vil halda seg til hetta ? nevniliga nú at samráðast um ?kardinalpunktini? (fylgjur av nýggju fólkaskúlalógini) hjá okkum ? hvat er so at gera.
Tað skortar ikki
upp á vilja Føroya Lærarafelags!
Men løgmaður, varaløgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum koma nú sum kettur úr høvdatrogi og siga, at Føroya Lærarafelag ikki hevur rætt til at samráðast um arbeiðsviðurskiftini hjá lærarum og leiðarum, sum eru broytt av nýggju lógini. Hví siga teir hetta nú? Hví hevur Fíggjarmálastýrið so sitið á fundi við Føroya Lærarafelag í næstan eitt heilt ár og samráðst um júst hesi viðurskifti? Og hví sótu Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag eina heila viku saman við semingsmonnunum og viðgjørdu hetta meir álagda arbeiðið sambært nýggju fólkaskúlalógina? Uppskotið til semju frá semingsmonnunum vísir nevniliga á, at arbeiðsviðurskiftini eru við í samráðingunum!
Um hetta eru treytirnar, so hevur Føroya Lærarafelag samráðst undir skeivum fortreytum!
Semjurnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið mótprógva júst hesar pástandir hjá løgmanni og varaløgmanni. Teirra úttalilsi í fjølmiðlunum vísa heilt greitt, at teir ikki hava sett seg inn í málið, tíverri.
Hetta er valdsvreingjan av grovasta slag.
Og, hvør hevur evstu ábyrgdina? Løgmaður!
Við heilsan
Føroya Lærarafelag