Í útsendum skrivi boðar Gymnasieskolernes Lærerforening (GL) í Danmark frá, at felagið stuðlar Føroya Lærarafelag í sínum krøvum um betri arbeiðsumstøður.
GL heldur vera órímuligt, at tað við lóg verður álagt lærarum meira arbeiði, uttan at játtanir fylgja við.
GL stuðlar Føroya Lærarafelag í sínum krøvum um, at tað við nýggjum sáttmála verður veitt meira tíð til at taka sær av uppgávunum og at borið verður so í bandi, at nýggja lógin kann fremjast í verki.