Føroya Løgmaður - takk fyri svarið

Edmund Joensen
?????????
Takk fyri svarið og frágreiðingina um orðsøkina til at føroyingar ikki koma at taka lut í stóra ídnaðar- og søluframtakinum í sambandi við at hennara hátign Margreta Drotning vitjar Japan i november mánaða komandi.
Løgmaður tykist verað væl nøgdur við sína egnu handfaring av innbjóðingini og úrslitið av hesi handfaring.
Sum skilst á svarinum frá Løgmanni er høvuðsorsøkin til at eingin fer til Japans henda: Landstýrismenn og vinnulívsmenn hava svara løgmanni, at "ongi ítøkilig áhugamál eru í Japan í løtuni". Hetta var svarið frá teimum sum hava ábyrgd av landsins stýri og av vinnuni í Føroyum.
Hevur nakar hoyrt so skapt? Japan, landið sum flýtur í mjólk og hunangi. Har búgva 127 millónir fólk. Landið er førandi tá ið um framburð og menning ræður. Talan er um næsstørsta búskapin í heiminum og størstu valutagoysluna í heiminum. Landstýrið og vinnan svara løgmanni stutt og greitt! "ongi ítøkilig áhugamál í løtuni". Og løgmaður er væl nøgdur. Sigur hetta ikki meira um okkara støði á politiska økinum, á vinnuliga økinum og á menningarliga økinum enn ein kann lýsa við vanligum orðum?.
Tá ið eg las svarið frá løgmanni, rann mær í huga gomlu søguna um sølumennirnar á sinni, sum sendir vórðu til Afrika at selja skógvar. Seljarirnir báðir, sum hvør í sínum lagi mettu um marknaðin á staðnum, telegraferaðu heim til skógvaverk-smiðjuna í Evropa. Annar segði, at í Afrika var ongin skógvamarknaður, tí her brúkti ongin skógvar. Hin seljarin telegraferaði al-goystur heim, at her var stórur og nærum óendiligur marknaður fyri skógvar, tí øll gingu berfótt, øllum afrikanarum tørvaði skógvar. Tað ráddi um at fáa ferð á framleiðsluna har heima ? ongantíð ov skjótt.
"Ongi ítøkilig áhugamál eru í Japan í løtuni". Tá í ein lesur hesa fráboðan til løgmann kennist tað næstan sum ein hoyrir ekkóið frá tí fyrrnevnda skógvasølumanninum. Ongin tørvur á skóm til nógvar milliónir av berføttum. Mítt svar er, at tað velst altíð um eyguni sum síggja, soleiðis eisini við japanska marknaðinum og við japanska samfelagnum í heila tikið.
Alt byrjar jú við at sambond verða stovnað, sum so aftur eru fremjandi fyri samvinnu og samhandil. Tað er sera umráðandi alla tíðina at víðka um sjónarringin. Somuleiðis er tað eisini sera umráðandi at brúka møguleikan tá íð høvið bíðst fyri at læra av øðrum.
Læt meg eisini minna á, at tað mær vitandi er løgmaður sjálvur sum fær innbjóðingina at verað við á drotningavitjanini. Tað er eisini hann sum sjálvur avgerð um nakað átak skal gerast Føroya vegna ella ikki.
Eg skal ikki dylja fyri at eg er sera keddur av at føroyingar ikki brúka slíkar møguleikar sum hesar.
Er hetta ikki eitt prógv um tann stóra politiska, vinnuliga og menningarliga trupuleikan sum Føroyar hava.
Rætt skal vera rætt. Kann verða at ein millum linjurnar kann skilja á løgmanni, at hann kortini ikki er heilt nøgdur við passivitetin hjá landsstýrismonnum og vinnu-lívsmonnum í málinum, og at hann frá nú av ætlar sær at takað sakina í størri álvara. Og tað skal hann hava tøkk fyri.

P.S. Sjálvur havi eg fingi bæði skrivligar og munnligar fyrispurningar um hvussu sleppast kann uppí part á ætlaða japantúrinum.