Tíðindaskriv
Kappingin í at skera agn er eisini millum siðvandu kappingarnar á Føroya Sjómannadegi. Í umhvørvinum har húkur og agn verða nýtt sum veiðireiðskapur, hevur ofta verið tosað um tær góðu dygdirnar at vera ein kvikur og góður agnaskeri. Ikki frítt at ein avís kapping altíð hevur ligið í hesum yrki. Ikki minst í Klaksvík, sum vertur fyri Føroya Sjómannadagar, hevur altíð verið ein ávís kapping í hesum yrkinum.
Mong minnast, hvussu kvikur, eitt nú Perry Poulsen, sum í nøkur ár var heimamaður hjá Bjørgvin, var. Auðunn Konráðsson og Ansvein Sigurðsson eru eisini millum gitnar angskerar í Klaksvík - hetta bert fyri at nevna nakrar heilt fáar.
Í fjør var rættiligur spenningur millum luttakararnar í kappingini at skera agn. Munurin millum tann skjótasta og tenn seinasta var einans nøkur heilt fáa sekund. Spenningurin var eisini sera høgur, tá lagt var til brats. Knívarnir vóru títtir og teir 50 sildafiskarnir vóru kvikliga førdir undir knívin.
Í ár verður hendan kappingin sjálvandi aftur á skránni, og spennandi verður at vita, hvussu leikur fer.










