Føroya Kolvetni við í 2. útbjóðing

Felagið sær stórar møguleikar í sínum 9 ára loyvi. Verður boringin í Cambo-feltinum hinumegin markið væleydnað metir felagið, at tað kann fáa stóran týdning fyri 005 loyvið á føroyska landgrunninum.

Olja


Áðrenn løgtingið fór í summarfrí samtykti tað at farast kann undir eina nýggja útbjóðing av økjum til oljuleiting á føroyska landgrunninum. Síðani hevur Oljufyrisitingin boðað frá, at latið verður upp fyri hesi útbjóðing eftir summarfrítíðina, soleiðis at loyvi kunnu latast um ársskiftið ella fyrst í komandi ári. Eitt av feløgunum, sum ætlar sær at vera við í eini komandi útbjóðing er Føroya Kolvetni/Faroe Petroleum. Tað kom so eisini til sjóndar at oljuráðstevnu í Havn herfyri og kemur tað fram í ársfrágreiðingini fyri í fjør, sum kom út herfyri.

Millum luttakarar á seinastu oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum herfyri vóru eisini fleiri gamlir kenningar frá tíðini, tá arbeitt varð við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum, teirra millum Patrick Whitley, ið starvaðist hjá Conoco við føroyaøkinum frá 1996 til 2002, sum saman við Texaco royndi at fáa leitiloyvi. Hetta eydnaðist ikki, tí kappingin var sera hørð.

Í dag er Patrick Whitley jarðfrøðiligur ráðgevi hjá Faroe Petroleum, sum er móðurfelagið hjá Føroya Kolvetni í Bretlandi.

Patrick Whitley sigur við Sosialin, at føroyaøkið framvegis er eitt áhugavert leitiøki og ætlar Faroe Petroleum sær at leggja stóran dent á leiting á øllum Atlantsmótinum í framtíðini eisini. ?Vit hava ætlanir at vera við í bæði 22. útbjóðing í Bretlandi og 2. útbjóðing við Føroyar sigur Patrick Whitley, sum tekur sær av hesum uppgávunum saman við øðrum fakfólki. Felagið er so eisini við í tveimum loyvum við Føroyar saman við ENI.

Patrick Whitley sigur, at teir vóru við til at nominera øki á føroyska landgrunninum herfyri, og tað borgar so helst fyri, at teir fara at søkja eisini. Helst verða teir ikki einsamallir men partur av øðrum samtaki. Tað er so nakað, sum teir í løtuni samráðast um.

Tað skilst, at Føroya Kolvetni eisini roynir at koma uppí loyvi vestan fyri Hetland, eitt nú Suilven og Laggan, sum kunnu gerast lønandi fund.

-Vit kanna møguleikan at finna olju og gass í báðum hesum loyvum og halda, at her eru møguleikar sigur hann.

Men til tess at kunna vera við í leiting krevst kapitalur. Felagið hevur sum er ein kapital uppá 270 mió. kr. Sambart roknskapinum hjá felagnum hevur Føroya Kolvetni brúkt einar 100 mio kr. í føroyska økinum higartil. Hetta m.a. til boringina í fjør saman við ENI.

Nú um dagarnar kom út frágreiðing um roknskapin og um virksemi hjá Faroe Petroleum við heitinum "Exploration ? unlocking value in the Atlantic margin", te. leiting, sum skal lata upp fyri virðum á Atlantsmótinum. Víst verður á, at leiting á Atlantsmótinum er á einum týðandi vegamóti og Faroe Petroleum er væl útgjørt til at hava ein týðandi leiklut.

Verandi
Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum sigur, at felagið er komið fyri at verða, og at tað hevur eitt lið av vælútbúnum fakfólki til at arbeiða við framtíðar avbjóðingum. Í fjør gjørdi felagið av at økja sín lut í loyvunum 002 og 005 á føroyska økinum úr 7% upp í 25%, og fór samtíðis undir at samráðast við ENI um at keypa seg inn í tvey loyvi í bretskum øki, har fund longu eru gjørd, nevniliga Suilven og Laggan. Av ymsum orsøkin skilst er hetta ikki komið endaliga uppá pláss enn.

Fyri Faroe Petroleum var 2003 eitt ár við framburði stendur í ársfrágreiðingini. Felagið varð, sum tað fyrsta føroyska, skrásett á virðisbrævamarknaðinum í London, har 150 mio. kr. vórðu fingnar til vega. Úrslitið av boringini á loyvi 002 á sumri 2003 var eitt vónbrot, men tó eru áhugin og vónirnar góðar á føroyaøkinum.

Graham Stewart sigur víðari, at sum eitt framfýsið leitingarfelag, miðjar Faroe Petroleum ímóti at økja um virði felagsins við framhaldandi leiting á Atlantsmótinum. Felagið er væl fyri fíggjarliga, hevur eina góða leiðslu, frálík leitiloyvi og góð útlit eru fyri vøkstri. Ein spennandi framtíð við stórum avbjóðingum og møguleikum liggur fyri framman leggur stjórin í felagnum, Graham Stewart aftrat.

Í ársfrágreiðingini hjá Faroe Petroleum verður eisini mett um møguleikarnar at gera framstig í oljuleitingini á Atlantsmótinum. Víst verður m.a. á, at verður boringin í Laggafeltinum vestan fyri Heland væleydnað, kann tað enda við tí fyrstu gassfamleiðsluni á Atlantsmótinum. Hetta kann so fáa týdning fyri menningina av øðrum gassfundum og møguligum framtíðar fundum við Føroyar eisini.

Faroe Petroleum er eisini við at gera fleiri nýggjar kanningar av økinum eitt nú við at kortleggja møguliga framhaldið av Marjunfeltinum í loyvi 001 inn í syðra partin av loyvi 002, sum Eni og Faroe Petroleum standa fyri.

Góðar vónir
Nomið verður eisini við 9 ára loyvið 005, sum ENI og Faroe Petroleum standa fyri. Góðar vónir eru eisini fyri hesum loyvinum og verður sagt, at "it contains at least two extremely large structural prospect". Tvs. at tað inniheldur tvey sera stór prospekt. Hesi eru eisini øðrvísi enn tey, sum man higartil er farin eftir á føroyska økinum.

Í frágreiðingini verður eisini víst á spennandi brunnin Cambo, sum liggur beint hinumegin markið. Har eru Amaerada Hess og onnur feløg í løtuni við at bora ein avmarkingarbrunn. Brunnurin varð fyrstu ferð boraður í 2002 . Um avmarkingarbrunnin, sum verður boraður í skrivandi stund, stendur í frágreiðingini, at hann kann: "confirming what the directors believe to be a positive outcome of the initial exploration well." Víst verður á, at endurskoðað seismiskt tilfar frá loyvinum 005 (loyvið hjá Eni og Faroe Petroleum í føroyska økinum) bindur Cambo strukturin í eitt av teimum stóru prospektunum í loyvi 005.

Tí metir leiðslan í Faroe Petroleum eisini, at teirra 9 ára loyvi 005 í føroyska økinum "is particulary exiting with potential to hold significant commercieal quantities of hydrocarbons." At tað er serstakliga áhugavert við møguleika fyri stórum oljugoymslum."

Í hesum sambandi fer Faroe Petroleum tí at arbeiða víðari við at skilja alt hetta økið betri. Roynt verður í í hesum árinum at vita, um tað ber til at fara undir at bora ein brunn í hesum økinum 005. Tann avgerðin skal so takast í seinasta lagi í januar 2006.



Faktaboks

Faroe Petroleum plc er móðurfelag hjá Føroya Kolvetni P/F. Enskt skrásetta Faroe Petrolum varð stovnað í 2002 fyri at fáa atgongd til váðafúsa fígging á altjóða kapitalmarknaðinum í London. Henda fígging er neyðug fyri framhaldandi olju- og gassleiting á føroyska landgrunninum, men er ikki tøk í nóg stóran mun í Føroyum. Felagið hevur skrivstovur í Tórshavn og Aberdeen. Meginparturin av starvsfólkinum eru føroyingar.