Føroya Kolvetni ruddar slóð fyri framtíðini

Basaltbrunnar

Stórhendingin við nýggju avtaluni um at bora á basaltinum í 2006 sæð við føroyskum eygum varð, at føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni, sum als ikki var við nøkrum av samtøkunum frá 1. útbjóðing, nú fekk møguleikan at yvirtaka partin hjá PetroCanada, sum gjørdist 4% í nýggju avtaluni. Niels Sørensen er stjóri í felagnum, og hann er sera fegin um henda nýggja møguleika, men viðgongur, at hetta eisini er ein stór fíggjarlig uppgáva.

-Vit hava bara bíðað eftir hesum møguleikanum, tí í oljuverðini hevur tað verið frammi, at kanadiska felagið fór at taka seg úr økinum. Nú hendi tað so, og hetta hevur týdning fyri okkum á ymsan hátt. Tað hevur týdning, tí vit eru við í loyvi 009, sum liggur beint við síðuna av, og tí vit harvið fáa atgongd til boriupplýsingar frá loyvi 006, og tað hevur ikki minni týdning fyri okkara loyvi 0012, á Wyville Thomson rygginum har suðuri, tí har er talan eisini um basalt. So fyri okkum hevur tað eins stóran týdning at fáa upplýsingar til framtíðina í øðrum loyvum, sum tað er at vera við í sjálvari boringini.

Við hesi avtaluni hevur Føroya Kolvetni økt munandi um sín leiklut í leitingini eftir olju og gassi á Føroyaleiðini. -Men, leggur Niels Sørensen aftrat, vit mugu ansa eftir ikki at hava størri vónir enn neyðugt. Tí er talan um ein turran brunn, so skulu vit víðari kortini. Umráðandi er at vit ikki fara "niður í kjallaran" við bara einum brunni, og tí er gott, at tað verður enn ein boring í 2007.