Føroya Kolvetni rimmar hál í Norðsjónum

Føroyska oljufelagið Før­oya Kolvetni ella rættari tess dótturfelag í Noregi hevur gjørt eitt rimmar hál í norska partinum av Norðsjónum. Felagið hev­ur í dag fingið til­lutað ikki færri enn 5 nýggj leitiloyvi á norska landgrunninum. Við hes­um hevur felagið nú til­samans 11 leitiloyvi í norskum øki. Av teimum fimm nýggju loyvinum hevur felagið bundið seg til at bora ein brunn. Í undanfarnum loyvi skal felagið bora tveir brunn­ar. Nils Sørensen, stjóri er sera fegin um úrslitið av útbjóðingini:

– Hetta passar sum fót­ur í hosu í okkara vakst­rar­strategi, har vit m.a. meta júst norskt øki sum sera áhuga­vert. Faroe Petroleum, Norge lat her­fyri upp skriv­stovu í Stavanger. Hetta er krav til feløg, sum virka í norskum øki. Afturfyri fáa tey afturgoldið 78% av øllum útreiðslum, sum hava sambandi við leiting. Tá tey finna olju skulu tey so rinda 78 í skatti av øllum inntøkum.