Sambart internetútgávuna av The Telegraph hava enska oljufelagið Dana Petroleum og ein tann størsti íløgugrunnurin í Bretlandi, 3i (venture capitalists) sett 7 mill. pund í lisenspartin hjá Føroya Kolvetni. Hesin hevur verið 7% av loyvinum hjá Agip men við møguleika fyri at fara uppá 22%. Hetta merkir sostatt, at ætlanin hjá Føroya Kolvetni at brúka optiónina tað hevur havt í Agiplisensinum, er vorðin til veruleika.
Graham Stewart, nevndarformaður í Føroya Kolvetni og nú eisini stjóri í nýstovnaðum holdingfelag ?Faroe Petroleum? í Bretlandi sigur við The Telegraph, at føroyska undirgrundin kann goyma fleiri milliardir tunnur av olju. Víst verður á, at Føroya Kolvetni hevur lut í sokallaðu gullblokkunum, sum liggja bara 20 kilometrar frá Foinaven og Schiehallion oljukeldunum, sum standa fyri 10% av bretsku oljuframleiðsluni. Føroyar kunnu gerast eitt lítið Kuwait í Norðuratlantshavi er Graham Stewart endurgivin fyri at siga.
Telegraph sigur annars, at Føroya Kolvetni ætlar at fara á London Stock Exchange, partabrævamarknaðin tíðliga í summar.
Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni í Føroyum sigur at tað er felagið, sum er skrásett í Føroyum , sum fær pengarnar, tí tað eigur lisensin. Felagið í Bretlandi er meira at meta sum eitt móðurfelag. Niels Sørensen sigur, at skal tú brúka so nógvar pengar til eina boring sum hesa, so er man noyddur at fara av landinum eftir pengunum. Tað vísir seg ikki at verða nokk av risikovillingum kapitali í Føroyum at fara undir eina so stóra og váðiliga íløgu.
Peningurin, sum nú verður settur í felagið er so bæði til rakstur og til aðrar uppgávur hjá felagnum. Her verður m.a.. hugsað um 9 ára loyvið, sum Føroya Kolvetni eisini hevur saman við Agip. Niels Sørensen, stjóri sigur,at peningurin eisini er ætlaður at brúka til íløgur uttan fyri Føroyar.