Í útvarpstíðindunum í Kringvarpinum kl. 18 í gjárkvøldið varð sagt, at Marknagilsdepilin ivaleyst hevði verið bíligari at bygt, um tað ikki var eitt krav, at byggifyritøkurnar skuldu vera føroyskar. Føroya Handverksmeistarafelag vil hervið vísa hesum aftur, tí kapping var millum fleiri føroyskar og útlendskar byggifyritøkur um arbeiðið.
Tað sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
Bjarke Ingels, arkitektur, segði við útvarpið, at prísurin fyri verkætlanina er tengdur at, hvussu stórt útboðið er, og hvussu stór kappingin er. Hann viðmerkti eisini í hesum sambandi, at samfelagsbúskaparliga gevur tað góða meining, at føroyskar byggifyritøkur fáa arbeiðið, tá ið tað almenna ger stórar íløgur.
Føroya Handverksmeistarafelag vil hervið vísa á, at man ikki kann lasta føroyskum fyritøkum fyri, at prísurin gjørdist hægri enn væntað. Fleiri útlendskar fyritøkur bjóðaðu uppá arbeiðið, tá tað varð bjóðað út. Kapping var tí um arbeiðið at byggja Marknagilsdepilin millum fleiri føroyskar og útlendskar fyritøkur.
Tað var annars ikki eitt krav í útboðstilfarinum, at byggifyritøkurnar skuldu vera føroyskar, men tað var eitt krav, at byggifyritøkurnar í minsta lagi skulu halda seg til sáttmálarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.