Í morgun varð ein rundkoyring í Havn formliga tikin í nýtslu. Vanliga er rundkoyring ikki nakað serligt, men tað má hendan kortini sigast at vera.
Talan er um nýggju royndkoyringina á vegamótinum, Landavegur, Heygsvegur og Íslandsvegur, og tað heilt serliga við henni er, at hon hevur ein stórt brostekn, ein smiley, í rundinginum.
Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at hetta var eitt hugskot, sum kom brádliga varð sett fram. Hann sigur, at tey kannaðu tað hjá myndugleikunum fyri at vita um nakað var í vegin fyri at mála eitt brostekn í rundingin. Tað var tað ikki, og sum sagt, so gjørt, og sostatt er Føroya glaðasta rundkoyring nú latin upp í Havn.
Formliga varð hon tikin í nýtslu í morgun, har formaðurin í Teknisku nevnd greiddi frá, at ætlanin er at gera stórar ábøtur á Landavegin og Marknagilsvegin, og tilsamans fara tær at kosta upp ímóti 100 milliónir krónur.