Vit hugsa kanska ikki um tað, en vit brúka øll gass í gerandisdegnum, í heiminum, í frítíðini, á verkstaðnum, á skipasmiðjuni o. s. fr.
Í hesum sambandi heldur gasssølan AGA Føroyar trygdarskeið við heitinum Gass og trygd, í aðru viku í mai. Her fara vit at seta fokus á trygdleikan við nýtslu av øllum teimum ymisku gasssløgum.
Bakgrundin er álvvarsom, deyðsvanlukkur kunnu henda við skeivari handfaring við gassi, skeivum amboðum og vi ðmanglandi vitan um eginleikarnar hjá gassi. AGA vil vera við til at minka um tann vandan, ið kann verða við at nýta gss., Skráin fyri skeiðið sær soleiðis út:
1. Vælkomin, presentatión
2. Gassframleiðsla, hvat er gass, hvaðani kemur tað og hvussu framleiða vit tað
3. Eginleikar við gassi, hvussu uppføra gassini seg, og hvat brúka vit tey til
4. Vandin við nýtslu av gassi, hvat kann handa við skeivari handfaring av gassi
5. Trygdarfyriskipanir, hvat kunnu vit gera fyri at umganga vanlukkur
6. Arbeiðsumhvørvi, hvørjir vandar seta vit okkum sjálv í við at arebiða við gassi
Umframt tað teoretiska hevur skeiðið eisini nakrar royndir við ymiskum gassum, so sum mun á vektfyllu, flótandi gass (196gr) eins og vit fara at síggja og hoyr spreingingar og royndir við eldi.
Tað, vit vilja fáa fram er, hvussu vit handfara gass við respekt, samstundis sum vit ikki verða bangin fyri tí. Hesum náa vit best við kunnleika - sum eisini tørvur er á við vakstandi nýtsluni av gassi, eitt nú í offshore vinnuni.
Her er so møguleikin at dagføra vitanina. Skeiðið er fyri øll áhugað.
Finn Mortensen frá AGA føroyar saman við Erik Sørensen og Gert Christiansen frá AGA Danmark fyrireika fýra trygdarskeið í viku 19. Erik og Gert hava góðar royndir við at halda trygdarskeið í Danmark.
Skeiðini vara í einar 3-4 tímar. Síðani verður kjak um alt, sum hevur við gass at gera, eitt nú tað síðsta innan MISON verndargass, um eitt av teimum nýggjastu úrdráttunum ODOEOX oxygen, súrevni við sporevni - eitt væl grundað trygdartiltak við eitt nú ilt- og gasssveising, har leki kann verða vandamikil.
Afturat trygdini hava menninir frá AGA sveising sum sergrein, so um spurningar eru, er bara at spyrja, sigur Føroya GAsssøla í tíðindaskrivi.