Føroya fyrsta opera á pall

Operan Í Óðamansgarði verður sett á pall í Norðurlandahúsinum í oktober

MENTAN

 
 
Í 2000 kom hugskotið at gera Føroya fyrstu operu. Tónleikabólkurin Aldubáran heitti á tónaskaldið Sunleiv Rasmussen um at skriva operuna. Sunleif tók beinanvegin av hesi spennandi verkætlan og bað Dánial Hoydal um at skriva tekst. Nú er handritið liðugt, og operan verður sett á pall í samstarvi millum Aldubáruna, Tjóðpall Føroya og Norðurlandahúsið. Sýningarnar eru dagfestar og atgongumerkjasølan byrjar týsdagin.
Hugskotið til operuna er tikið úr stuttsøguni Den Gale Mands Have hjá Williami Heinesen. Henda søga er full av ljóði og vøkrum myndum, ið eru væl egnað at gera tónleik til, verður sagt. Persónar, hugløg, súmbol og myndir eru tikin úr stuttsøguni og endurnýtt í leikritinum og tónleikinum.
Nøvn eru eisini sett á tey, sum skulu luttaka í arbeiðinum at seta operuna á pall. Sangararnir eru royndir operasangarar úr ávikavist Álandi, Íslandi og Danmark. Sjónleikararnir eru føroyskir, og tað sama er leikstjóri og pallsniðgevi. Íslendski/føroyski Bernharður Wilkinson skal stjórna.
Operan snýr seg um tvey ung í kynsbúningaraldrinum, Marselius og Stellu Kristinu. Søgan fer fram í einum tíðar- og staðleysum heimi, sum tó kundi verið Havnin. Tey bæði børnini spæla uttanfyri og í garðinum hjá Óðamanninum, ein løgin einbúgvi, sum býr í einum villvaksnum garði. Nógvar søgur ganga um Óðamannin, og tey ræðast hann illa, men gjøgnum ræðsluna og møtini við Óðamansgarðin læra tey alt meira um seg sjálvi.
Til operuna er gjørt serligt undirvísingartilfar til næmingar á miðnámsskúlunum og í 9-10. flokki í fólkaskúlanum. Hetta tilfar er savnað á eini fløgu, sum Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð hevur gjørt. Skúlarnir fáa møguleika at fylgja við í venjingum, at koma til eina serliga skúlasýning mánadagin 16. oktober og at fáa onkran av teimum luttakandi út at halda fyrilestur ella greiða frá arbeiðinum við operuni. 27 skúlaflokkar eru tilmeldaðir, so knapt 700 næmingar eru partur av hesi verkætlan.
Fyrsta sýning verður hóskvøldið 12. oktober.