Føroya flottasta bilaframsýning

Føroya flottasta bilaframsýning er heitið á eini framsýning, sum havnarmaðurin John Rasmussen er við til at fyrreika í løtuni.

John sigur, at hetta er nakað, hann hevur droymt um í longri tíð. Á framsýningini verða serliga flottir og væl útgjørdir bilar, umframt motorsúkklur og onnur akfør.


John sigur, at kring landið eru nógvir flottir bilar og nógvar flottar motorsúkklur. Tað eru persónar, ið ynskja sær eitt spesielt akfar, sum teir síðan broyta, byggja um og lakkera. Áhugin er sera stórur, og framsýnararnir eru spentir upp á sleppa at sýna sítt frítíðarítriv fram í høllini á Hálsi.


Framsýningin verður í Ítróttarhøllini á Hálsi frá 14. til 16 mai.