Bjarti Mohr, sum í sínari tíð var stjóri í Føroya Fiskasølu og seinni hevur fingist við skiparakstur, hevur seinastu trý árini eisini fingist við fiskaframleiðslu. Virksemið er farið fram í Álakeri í Havn, har hann hevur leigað hølini, sum Havnar Arbeiðsmannafelag eigur har úti. Men nú gevst hann við virkseminum í Álakeri og fer at leggja størri orku í skipini og politikkin. Bjarti er býráðslimur í Havn fyri Fólkaflokkin og verður væntandi á listanum hjá flokkinum til løgtingsvalið, ið stundar til.
Felagið, Ísbjørnin, sum hann eigur, heldur tó fram sum reiðaravirki, men hetta virksemi fer fram í tøttum samstarvi við P/F Snaraløk í Saltangará, sum hevur fleiri skip.
Ísbjørnin eigur skipini, Vesturvarða, sum er ísfiskatrolari og Jónrit, sum er ídnaðarskip.
Virksemið í Álakeri heldur fram
Bjarti Mohr sigur, at Ísbjørnin hevur gjørt eina góða avtalu við Føroya Fiskavirking um, at FF yvirtekur virksemið í Álakeri, soleiðis at hetta heldur fram.
Í løtuni liggur arbeiði í Álakeri stilt, men væntandi gongur ikki long tíð, fyrr enn gongd kemur á aftur.
- Tað, sum hevur ligið fremst í huga mínum og somuleiðis hevur havt størstaáhuga hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, er, at virksemið í Álakeri heldur fram, so arbeiðsplássini verða varðveitt. Hetta hava vit nátt við avtaluni við Føroya Fiskavirking, sum eisini hevur brúk fyri hesum hølunum. Avtaluna um leigu, sum vit høvdu við Havnar Arbeiðsmannafelag, hevur Føroya Fiskavirking yvirtikið. Hetta er ein góð loysn, sum varðveitir arbeiðsplássini, leggur hann dent á.
Framleiðslan í Álakeri helt uppat stutt fyri jól.Bjarti Mohr sigur, at hann nú er leysur av virkinum og fer at leggja størri orku í skipini og politikkin.
Saltaðu upsa ogturkaðu klippfisk
Bjarti Mohr heldur, at "konseptið" ella uppleggið í Álakeri er skilagott.
- Vit saltaðu upsa og turkaðu klippfisk, og seinastu tvey árini seldu vit 1200tons av klippfiski til Puerti Rico í Miðamerika.
25 fólk arbeiddu hjá Ísbjørnini í Álakeri.
Bjarti heldur, at størsti fyrimunurin við, at eitt stórt felag, sum Føroya Fiskavirking, rekur virkið, er, at teir tá kunnu stýra ráfiskatilgongdini betur og arbeiða tann fisk á virkinum, sum loysir seg best.
- Felagið keypir nógvan fisk inn, so teir hava allar fyritreytir fyri at skapa teimum fólkum, sum koma at arbeiða á virkinum, eitt trygt, støðugt og gott arbeiðspláss, sigur hann.
Sum skilst, hevur Bjarti Mohr verið rættiliga einsamallur um virksemið í Álakeri og heldur, at vágin er ov stórur, tá ið arbeitt verður á so mongum økjum í senn.