Føroya Fiskavirking nútímansger

Ein størri nútímansger er farin í gongd á Føroya Fiskavirking í Runavík. Byrjað verður við móttøkuhøll

 

Fiskivinna

Farið er undir at gera eina nýggja móttøkuhøll á Føroya Fiskavirking í Runavík. Byggingin er liður í eini størri ætlan um at nútímansgera virkið.

Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at hetta arbeiði, sum farið er undir í Runvaík, umfatar bygging av eini móttøkuhøl upp á einar 600 fermetrar. Kostnaðurin fyri hetta byggistigið fer at liggja um einar tríggjar-fýra milliónir krónur, metir hann.

Umframt at sjálv høllin verður bygd, skal eisini gólv gerast, frárensl og tílíkt skulu takast upp og gerast av nýggjum, umframt at nýggj køliútgerð skal setast upp.

Hvat hvør parturin nágreiniliga fer at kosta, er ilt at siga, sigur Meinhard Jacobsen.

Stjórin á Føroya Fiskavirking sigur, at tað verður alla tíðina arbeitt við at halda virkini hjá felagnum á so høgums øði, sum gjørligt. Hendan móttøkuhøllin, sum nú verður bygd í Runavík, er bæði lógarkravd og ikki, sigur hann. Soleiðis at skilja, at okkurt av areiðinum, gjørt verður, er slíkt, sum kravt er, meðan annað er slíkt, sum Føroya Fiskavirking av sínum eintingum ger fyri alla tíðina at vera upp á forkant, um nakað skuldi stungist upp.

Í langtíðarætlanini, sum løgd er fyri útbyggingini á Føroya Fiskavirking í Runavík, eru eisini stórar umvælingar inni á sjálvum virkinum.

Meinhard Jacobsen, stjóri, vil ikki nevna nakað serstakt, sum gerast skal, men letur tó skilja, at okkurt kanska verður við nýggjum linjum og onkrum sovorðnum í framtíðini

? Talan er um stórar ætlanir, sum strekkja seg yvir langt tíðarskeið. Tað kann nógv henda, so hvørt vit koma fram, so ikki ber til at læsa seg púra fastan í nakra serloysn soleiðis beinanveg, sigur Meinhard Jacobsen.

Men hann sigur tó, tann ætlaða nútímansgerðin á virkinum fer at kosta nógv. Nógvar milliónir, sigur hann.

Meinhard Jacobsen varar, sum stjóri á Føroya Fiskavirking, av fleiri flakavirkjum í landinum.

Tað eru alla tíðina ætlani frammi um viðlíkahald og moderniseringar á øllum virkjunum, sigur hann, Tað ræður um at fylgja við tíðini. Men samstundis skal eisini hyggjast til pengapungin.

Hóast hann letur at, at hóast tað hevur gingið hampiligt seinnu tíðina, eru ongar ítøkiligar stórætlanir á øðrum fiskavirkjum hjá Føroya Fiskavirking í løtuni, sigur hann.