Í samstarvi við Postverk Føroya hevur Føroya Filatelistfelag fingið nýggjar karmar at arbeiða undir. Felagið hevur nevniliga fingið loyvi at nýta kantinuna hjá starvfólkunum á posthúsinum á Óðinshædd til virksemi sítt. Frímerkjadeildin hjá Postverkinum stuðlar eisini arbeiðinum. Hetta gevur okkum góðar møguleikar fyri at fara undir ungdómsarbeið, sigur Álvur Danielsen, formaður í felagnum.
Felagið fer í gongd aftur við virksemi sítt 21. januar 2007. Í hesum sambandi bjóðar Filatelistfelagið børnum ella juniorum vælkomnum at byrja kl. 15, har Gunnar Lutzen og Álvur Danielsen vera leiðarar hjá børnunum og koma at taka sær av øllum tí praktiska.
Kl. 16 koma tey vaksnu saman, og er tá meiningin, at børnini eru vælkomin at halda áfram saman við teimum. Tað er altíð læruríkt hjá einum ungum filatilisti at koma saman við teimum eldru, sigur Álvur Danielsen.
Skráin fyri fundir Filatelistfelagsins fyrra hálvár 2007 sær soleiðis út : 21. januar, 11. februar (aðalfundur), 4. mars, 25. mars, 15. apríl, 6. mai og 25. mai.