Krabbagággan skrivar:
Ein túrur undir Vestmannabjørgini eigur sambært ferðahandbókini Lonely Planet at vera ovast á ynskilistanum hjá einum og hvørjum ferðamanni í Føroyum, og tí ber illa til at vera krabbagágga í egnum landi uttan at fara ein túr.
Havið undir Vestmannabjørgunum man vera best vitjaða ferðamannamál í Føroyum, og tað sæst á øllum brøgdum. Tveir litfagrir skúrar ovurpríddir við plakatum og myndum frá túrinum standa á keiini, og rundanum standa ferðafólk í hópatali og bíða. Skeltir á enskum, donskum og týskum siga frá um "vogelfelsen & grotten", og møguleiki er eisini at greiða síni ørindi í tveimum hampiliga nossligum vesiskúrum, áðrenn stigið verður umborð á bátarnar.
Tvey feløg skipa dagliga hvør í sínum lagi fyri fýra útferðum. Lonely Planet viðmælir túrarnar við føroyska bátinum "Urðardrangur" hjá Gunnari Skúvadal, men eg fari av tilvildarligum ávum við glastrevjabátinum "Silju" hja Palla Lamhauge. Kappingin millum tey bæði feløgini tykist at vera hørð, og tað er helst ein av høvuðsorsøkunum til at prísurin fyri útferðina ikki er hægri enn 150 krónur, ið má metast sum ein rímiligur kostnaður.
Veðrið er nærum so gott sum yvirhøvur gjørligt, tá tann fulli, kanska nakað fulli, báturin stevnir út úr Vestmanna. Á onkrum ferðavinnufaldara havi eg sæð fólk ílatin hjálmar og bjargingarvestar umborð á bátinum, men ein góðan dag sum í dag er eftir øllum at døma ikki neyðugt við slíkari útgerð. Í hvussu er verður eingin biðin um at lata seg í hana. Tað passar mær fínt. Kann ikki torga at vera yvirvardur. Men kanska áttu børnini umborð at fingið boð um at farið í bjargingarvestar.
Umborð eru fyri tað mesta donsk ferðafólk, og tey gapa av ovfarni, meðan stóri glastrevjabáturin sníkir seg inn í smøl sund og spakuliga fer bakkandi út aftur. Ein langhærdur ferðamaður í motorsúkklubuksum, ið stendur við mína lið, gapar eisini uttan fyri sundini, og eitt hjartaligt geispandi ljóð hoyrist um allan bátin. Tað man tó neyvan vera tí at hann keðir seg. Møðin er bara um at vinna á honum her úti í frísku luftini.
Hvørja ferð vit sigla inn um eina dranga ella inn í smøl sund koma myndatólini fram, og tey djarvastu ferðafólkini fara kleyrandi eftir dekkinum har frammi fyri at fáa júst røttu myndina. Tað er helst nakað um tað, sum ein gamal skipari einaferð segði mær. Danin er ongantíð bangin á havinum, tí hann veit ikki hvat er at vera bangin fyri.
Heilt frammi í stavninum situr eitt tilkomið danskt par. Tey eru púra burturi í hesari upplivingini. Tá skiparin ímóti endanum á túrinum kemur fram við kaffi, ókeypis kaffi, verður tað næstan ov nógv fyri tey.
- Nej, er det til os? Dette er helt fantastisk!, siga tey bæði mestsum við ein munn, og lova skiparanum, at hendan túrin fara tey ongantíð at gloyma.
Kaffið verður servarað úr súrróma bikørum frá Mjólkavirkinum - eitt vælkomið tekin um at sjálvt størsta ferðamannamálið í Føroyum í ávísan mun hevur varðveitt sína serføroysku sjarmu.
---
Lonely Planet um Vestmanna:
"Hóast hann næststørsti býur á Streymoynni, er Vestmanna lítið áhugaverdur. Flestu vitjandi koma her fyri at uppliva stórbæra túrin undir fuglabjørgini, men fyri tey við meira tíð, eru eisini nakrir góðir gongutúrar í økinum."
Lonely Planet um túrin undir Vestmannabjørgini:
Hesin avbera góði tveir tímar langi bátatúrurin til villu fuglabjørgini, Vestmannabjørgini, á norður-vestur síðuni av Streymoynni, er helst hæddarpunktið í Føroyum. Tá veðrið er til vildar, siglir tú úr Vestmanna út á opið hav og upp eftir vestaru strondini á Streymoynni til forberg og drangar, har tað yður av fugli. Tá sjógvurin er nóg slættur, sigla bátarnir ígjøgnum nøkur vøkur smøl sund, og tað kann vera, at tónleikur verður spældur í grottunum."