Nývalda nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag hevur nú skipað seg. Bergur Samuelsen er formaður og skrivari, Elin Hentze er næstforkvinna, og Høgni Warberg kassameistari. Tiltakslimir eru Randi Meitil og Ingigerð á Trøðni.
Á skránni hjá nýggju nevndini er millum annað førleikamenning av limunum og at fáa fleiri limir í felagið. Ætlanin er at skipa fyri tiltøkum og útferðum fyri limirnar, umframt at fáa skeið fyri ferðaleiðarar.