Føroya Feitasta Stuðulskonsert út til allar føroyingar

Gravgangur hevur verið eftir atgongumerkjum til Føroya Feitasta Stuðulskonert, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin, og tí sendur Rás2 beinleiðis frá tiltakinum. Tey bestu av teimum bestu innan føroyskan tónleik trína á pall í Norðurlandahúsinum í morgin, tá ið tiltakið undir heitinum Føroya Feitasta Stuðulstilak letur dyrnar upp fyri teimum umleið 400 fólkunum, ið hava keypt atgongumerki til konsertina.

Atgongumerkini vóru skrædd burtur eftir fáar dagar, og stóri eftirspurningurin er orsøkin til, at Rás2 hevur tikið avgerð um at senda beinleiðis frá Norðurlandahúsinum, soleiðis at allir føroyingar fáa høvið at verða við.

Umframt konsertirnar verður eisini uppboðssøla av nógvum málningum, og eisini her fer peningurin óskerdur til skúlabygging í Afrika. Lurtararnir hjá Rás2 fáa eisini høvið at stuðla verkætlanini, við millum annað at luttaka í uppboðssøluni.

Sendingin á Rás2 byrjar kl. 19.00 hóskvøldið, og Rás2 sendur beinleiðis frá Norðurlandahúsinum í okkurt um fýra tímar.