Í ár eru liðin 100 ár, síðani Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði settu á stovn Føroya Fólkaháskúla. Mangt vóru teir báðir samdir um, men sjálvan stovningardagin kjakaðust teir nógv um, tí annar helt dagin vera 1. og hin 2. november. Dagurin er ásettur at vera 2. november, tí tað hóskar væl og fyrradagin var móttøka á Háskúlanum.
Næstringar hjá stovnarunum, lærarar og starvsfólk, umboð frá øðrum lærustovnum og fyrrverandi háskúlanæmingar og onnur stukku inna á gólvið til eina hugnaløtu, prát, ábit og fyrrverandi næmingar vónaðu óivað at hitta skúlafelagar.
100 ára dagurin var hugnaligur, men í tíðini, ið kemur, er eisini okkurt á skránni.
Tá skúlin fylti 90 ár kom minnisrit út. Arbeitt verður við at gera eitt 100 ára rit, ið tó ikki verður líkt 90 ára ritinum.
Ætlanin er at greiða eitt sindur frá søgu skúlans og annars verða ymsir tættir í ritinum, t.d. heilsanir.
Sera forvitnisligt er eisini, at væntandi koma eisini 2 frímerki út í samband við 100 ára haldið.










