Føroya fólk hevur avgerðarrættin

 Altavgerandi er, at vit finna ein breiðan meirluta í Føroyum fyri stigum, ið takast skulu á sjálvstýrisleið, heldur Kári P. Højgaard

KÁRI P. HØJGAARD, Løgtingslimur Sjálvstýrisfloksins


Seinastu dagarnar hava fjøl­miðlarnir dagliga hýst orðadrátti millum løg­mann og formann Tjóð­veld­is­floksins Høgna Hoydal. Ein skuldi trúð, at tá menn skrivliga í fjølmiðlunum og munnliga í loftmiðlunum fingu so góða tíð at greiða frá sjónarmiðum sínum vóru fá ivamál eftir; men so var ikki. Neyvan gjørdist nakar klókari av tjakinum, og heldur ikki íslendski ella tann danski serfrøðingurin í fimmaranum loystu gát­una, um fráboðanin til ST var eitt framstig, status Quo, ella eitt afturstig.
Longu tá Uttanríkis­polit­iska heimildarlógin var til viðgerðar í Løgtinginum vísti løgfrøðisliga ráð­gev­ingin hjá tinginum á, at ongin meining var í at sam­tykkja tvær lóg­ir, har ser­stakar við­merk­ing­ar vóru í danska lógaruppskotinum, ið ikki vóru við í tí før­oyska. Hetta hevur eftirfylgjandi verið trupulleikin og er tað sera óheppið, at vit ikki kundu finna eina felags loysn millum samgongu og andstøðu í hesum máli.
Eg fegnaðist um at lesa greinina hjá Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingi við yvir­skriftini »Eidesgaard og Hoydal fara skeivir«. Her kemur løgfrøðingurin til niðurstøðuna, at málið er blást upp, og at fráboðanin til ST ikki hevur tann týdn­ing, sum løgmaður og Høgni Hoydal gera hana til.
Tað er týdningarmikið at fasthalda, at føroyingar lúka øll krøv sambært al­tjóða rætti til at verða viður­kend­ir sum serstøk tjóð og eiga sostatt sjálvsavgerðarrætt.
Altavgerandi er, at vit finna breiðan meiri­luta herheima fyri stig­um, ið takast skulu á sjálv­stýris­leið. Skulu sømdir vinnast uttan fyri landoddarnar er neyðugt, at vit standa saman. Hetta gerst ikki við at leggja seg skerflatan fyri dønum; eiheldur gagnar slag­orðið loysing, helst í gjár.
Hvussu føroyingar ynskja at skipa samfelagið, eigur at koma fram í nýggju grund/stjórnarskipanarlóg­ini. Her mugu vit koma til eina fe­lags semju við støði í sam­felags­støð­uni ídag, og hvussu vit gera, tá ríkisrættarliga støðan broyt­ist.
Ein fyri Føroyar spenn­andi og týdningarmikil av­gerð fellur helst á Norð­urlandaráðsfundinum í Keyp­mannahavn seinni í ár. Tá kemur støðutakanin til føroysku umsóknina um sjálvstøðugan før­oysk­an limaskap í Norður­landa­ráðnum væntandi til endaliga viðgerð.
kph@post.olivant.fo