Í blaðgrein í Dimmu, týsdagin 25. september 2007, nevnd “Føroyafólk vann við Fólkaflokkinum” finst Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, at førda fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum. Eisini rósar hann sínum egna flokki fyri lutin í fíggjarlógararbeiðinum.
Landsstýrismaðurin mælti til at strika skattalættan komandi ár, fyri á tann hátt at tálma hitaða búskapinum. Hetta hevði merkt eina meirinntøku til landskassan upp á 104 mió. kr. og hevði samstundis verið við til at tryggja landskassanum neyðuga yvirskotið, uttan at seta aðrar inntøkugevandi skipanir í verk. Men Fólkaflokkurin vildi ikki hoyra talan um hesa loysn, tíansheldur koma við boði uppá, hvussu landskassin skuldi fáa neyðugu inntøkurnar. Fólkaflokkurin vildi heldur ikki hoyra talan um sparingar á málsøkjum, sum teirra landsstýrismenn umsita.
Fastlæsta støðan
Fólkaflokkurin var í samráðingunum at líkna við eina øðu, ið ikki fekst at lata skelina upp. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fekk tí umsitingina at koma við uppskotum og tilmælum um, hvussu inntøkur kundu fáast á annan hátt, fyri at tryggja nøktandi avlop og fyri at leggja trýst á Fólkaflokkin.
Fíggjarmálaráðið vísti á fleiri møguleikar at útvega inntøkur til landskassan. Uppskotini vóru løgd fyri flokkarnar, so støða kundi takast til, um undirtøka var fyri onkrum av teimum.
Nú hoyknaði Fólkaflokkurin í skattalættaspurninginum. Men við tað, at Javnaðarflokkurin tíverri helt seg tætt uppat skattapolitikkinum hjá Fólkaflokkinum, slapst ikki undan at koma við uppskotum um onnur hægri avgjøld á m.a. søtmeti og leskidrykkir, fyri at tryggja neyðuga avlopið. Haldi tað vera óheppi við slíkum avgjaldshækkingum, tí at nógvar sukurvørur kunnu metast sum neyðsynjarvørur, og tí at leskidrykkir verða framleiddir í Føroyum. Avgjøld á føroyska framleiðslu er í sjálvum sær skeiv gongd. Vit eiga heldur at gera alt fyri at stuðla føroyskari framleiðslu. Heilsupolitiskt eru hesi uppskot heldur ikki rætt gjøgnumførd. Seinnu árini eru eftir mínum tykki alt ov nógvar avgjaldshækkingar ella óbeinleiðis skattingar lagdar á borgaran. Hetta rakar jú øll, eisini tey, ið hava ov lítið frammanundan.
Samanumtikið
Tað eydnaðist okkum at gera eitt tálmandi fíggjarlógaruppskot, har minstiforvinningurin er hækkaður, og har skattalættin til fiskimenn og rentustuðulin til sethúsabygging er varðveittur. Sambandsflokkurin umsitur hesi mál í samgonguni.
Fari tó at enda við at heita á Jógvan við Keldu, løgtingsmann, í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini at virka fyri, at ætlaðu avgjøldini á søtmeti og leskidrykkir verða strikað, fyri heldur at stramma skattalættan so mikið, at avlopið á fíggjarlógini verður tað sama. Slík loysn rakar sosialt rættari, tí vil Sambandsflokkurin stuðla henni. Hetta átti eisini at hóska betur nýggju sosialliberalistisku kósini, sum Fólkaflokkurin hevur boðað frá við formansskiftinum, nú Anfinn Kallsberg er givin.
Nei, eg eri sannførdur um, at hesaferð vann Føroya fólk ikki við Fólkaflokkinum. Føroya fólk var heilt víst betur farið uttan Fólkaflokkin.