Føroya fáa góða umrøðu fyri altjóða kappingar

(Rás2) Formaðurin í FBF heldur, at Føroyar megna væl og virðiliga at verða vertur fyri altjóða kappingar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

Næsta vikuskiftið er flogbóltssambandið vertur fyri einari EM-undankapping fyri U20 manslandslið í Stórhøllini, har Føroyar, Ìsland, Skotland og Luksemborg skulu kappast.

 

Gjøgnum árini hevur flogbóltssambandið skipað fyri fleiri altjóða kappingum og undankappingum, og afturmeldingar frá luttakandi liðunum hava verið framúr góðar. Umstøðurnar eru í allar mátar góðar, og Føroyar megna væl og virðiliga at verða vertsland.

 

Ítróttarliga hevur Magnus Tausen góðar vónir, men hann viðgongur, at serliga liðið hjá Luksemborg er sera sterkt, so tað verður ikki bara lætt hjá føroysku U20-monnunum at vinna seg víðari úr EM-kappingini.