- Hesin lomvigin er hin elsti, sum vit vita um er veiddur í Føroyum ? og er 10 ár eldri enn hin elsti, vit áður vistu um, sigur Náttúrugripasavnið. Higartil elsti føroyski lomvigin, sum er veiddur, varð skotin í oktober í ár. Fuglurin er í minsta lagi 41 ára gamal og er merktur hin 30. juni 1971 undir Viðoynni. Tá var hesin lomvigin í minsta lagi 2 ár.
Í tíðarskeiðnum millum 1927 og 1989 vórðu tilsamans 6379 lomvigar ringmerktir í Føroyum. Teir flestu (5715) vórðu merktir í eini verkætlan, sum Andrias Reinert skipaði fyri. Teir flestu vórðu tiknir við snaru undir Stóru Dímun og Viðoynni. Hesir fingu ein stálring um beinið við einum nummari á, og vórðu síðan sleptir av stað aftur. Á ringinum stóð eisini Zoological Museum Copenhagen, so fólk vistu, hvar ringurin skuldi latast inn.
Úrslitini frá hesi ringmerking vístu, at teir flestu lomvigarnir fóru eystur eftir um heystið. Fuglar ringmerktir í Føroyum vórðu funnir aftur á vetri alla staðni fram við norsku strondini og heilt suðuri í Norðsjónum. Í Føroyum vórðu teir bert funnir aftur um summarið, men tá var ikki so vanligt at skjóta fugl um veturin, sum tað er nú. So onkrir kunnu hava verið eftir her á vetri.
Hesin gamli lomvigin var skotin 2. oktober í ár millum Dímunar. Fuglur, sum kom á snaru, var vanliga tvey ár ella eldri, og tí hevur hesin lomvigin, sum varð merktur fyri góðum 39 árum síðani, verið í minsta lagi 41 ára gamal.
- Hetta er tann higartil elsti ringmerkti lomvigin, sum er funnin í Føroyum. Metið var annars 31,5 ár. Tann elsti ringmerkti lomvigin, vit vita um, varð merktur í Svøríki og var 42 ár og 11 mánaðir, sigur Náttúrugripasavnið.










