Tey av Kamarinum byrjaðu í 1955 at framføra tónleik av tí lættara slagnum. Síðan tá hevur manningin verið skiftandi. Umframt hini 5 systkini, Hjørleif, Áslakk, Margrethu, Ingolf og Jákup, hava mangir av fremstu tónleikarum okkara í styttri ella longri tíð spælt saman við Teimum av Kamarinum.
Á G!Festivalinum í ár vóru Nicolina og Eybjørn við á felagssanginum, har serliga Nicolina vísti, at hon enn er ein sonn stjørna.
Tað ber til at lesa meira um klassiska bólkin á heimasíðuni teyavkamarinum.com









