Triðja árið á rað hevur Sands kommuna nú enn einaferð vent sær til landsstýrið við umbøn um at játta pening til bakkaverju á Sondum, har fornminni eru um at fara í havið. Gjøgnum nógv ár hevur tað víst seg, at bakkin á Sondum heima á Sandi máast burtur, og nú er bakkatromin komin so langt inn, at vandi er fyri, at fornminni fara fyri skeytið.
Fornfrøðiligar rannsóknir á staðnum hava víst, at leivdir eru eftir búsetingum úr 4. øld á staðnum. Hetta eru soleiðis elstu prógv um búseting í Føroyum, og talan er tí um sera týðandi fornminni, sum fornfrøðingar eru samdir um mugu verjast.
Eitt gamalt gróthús stendur bert einar 60 sentimetrar frá bakkatromini, og verður einki gjørt í hesum árinum, fer bakkin undan gróthúsinum. Hetta er við øðrum orðum meinlíkt tí hóttan, sum fornminni og múrurin í Kirkjubø eru fyri.
Fornminnissavnið hevur gjørt kanningar í bakkanum, og hevur í tí sambandi roynt at tryggjað bakkan. Grót varð flutt úr fjøruni niðan móti bakkanum, men hetta hevur ikki tænt sínum endamáli. Landssverk hevur verið á staðnum á Sondum saman við Fornminnissavninum og kannað málið.
Niðurstøðan hjá Landsverki er, at ikki er ráðiligt at gera eina verju framman fyri bakkanum - uttan at gera kanningar av undirlendinum fyrst. Av tí, at talan partvís er um sandstrond, er ikki ráðiligt at leggja grót út sum verju uttan at kanna ávirkanina á alduviðurskiftini. Harumframt er ein nattúrligur flutningur av sandi fram við strondini, sum eisini kann broytast.
Eftir tilmæli frá Landsverki hevur Sands kommuna tískil biðið um játtan frá landsstýrinum á 250.000 krónur, har ein partur er ætlaður til projektering og ein partur til tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at tryggja bakkan.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at nú hevur kommunan so á triðja sinni sent umsókn til landsstýrið og mentamálaráðið, og vegna hesi aldargomlu fornminni sigur hann seg vegna kommununa vóna, at umbønin hesaferð verður gingin á møti.
- Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, stendur illa til. Tað resta bert 60 sentimetrar í, so fer gróthúsið fyri bakka. Enn verri er, at tað, sum hugsandi liggur undir moldini, fer eisini fyri bakka, um hond ikki verður tikin um hetta nú.
Borgarstjórin vísir á, at bakkin er farin illa í vetur og ein vetur aftrat, so kann roknast við, at tað ríður undan húsarhorninum, og tá fer alt í havið. Hann vísir á, at Sands kommuna hvørki hevur hoyrt orð ella eið frá landsstýrinum um umsóknir, og kommunan hevur enn ikki frætt, at umsóknirnar yvirhøvur eru móttiknar.
- Hesaferð er umsóknin so eisini send mentamálaráðnum í vónini um, at kommunan verður hoyrd, tí hetta eru fornfrøðisligir dýrgripir, sum nú rættiliga standa upp á spæl, sigur Brandur Sandoy.