Føroya einasti listamiðil 5 ár

Í Føroyum er bert ein miðil, ið burturav fæst við at ummæla og umrøða mentan og list.

Talan er um listaportal.com, ið Kinna Poulsen umsitur og tók stig til.Tað eru nú fimm ár síðani, og í hesum sambandi skrivar hon m.a. soleiðis á listaportal.com.

-  Eg ivist ikki í, at Listaportalurin kundi verið betri, flottari, djúpari og klókari, men samanumtikið er tað ikki so galið, at ein listamiðil finst á føroyskum.

Tað var í samand við ólavsøkuframsýningina í 2014, at hugskotið til listaportalin kom, og stig varð tikið til føroyska lista- og mentanarmiðilin.