Føroya Egg víðkað

Ì gjár kom ein stór sending av hønum til landið. Talan er um hønurnar hjá Annfinni Brekkstein, sum nú eru komnar upp á pláss í nýggja bygninginum hjá Føroya Egg á Velbastað

Nýggi bygningurin hjá Annfinni Brekkstein er nú klárur at taka í nýtslu, og hønurnar eru eisini komnar upp á pláss, í tí nú 1250 fermetra stóru fyritøkunui.
? Vit hava fingið 410 fermetrar afturat gamla bygninginum. Tað var avgjørt neyðugt við eini útbygging, tí eggini eru sera væl umtókt. Tey eru útseld hvønn dag, sigur Annfinn Brekkstein.
Føroya Egg fáast til keyps um alt landið, og fyri at fáa eina javna og góða framleiðslu, var neyðugt hjá Annfinni at fáa sær fleiri hønur.
? Nú havi eg tilsamans 10.400 hønur. Tær síðstu komu til landið í gjár, og tær eru komnar upp á pláss, greiðir Annfinn frá.

Høsnakjøt til sølu
Næsta stigi, sum Annfinn Brekkstein ætlar sær at taka, er, at hann umframt at selja egg, fer undir at selja høsnakjøt.
? Við í nýggju útbyggingini er eisini útgerð til eitt høsnasláturvirki. Ætlanin er, at føroyingar, umframt egg, eisini skulu fáa hønur av Velbastað. Øll útgerðin er klár at taka í nýtslu, og tær fyrstu hønurnar av Velbastað verða á marknaðinum í februar. Talan er ikki um høsnarungar, men um 18 mánðar gamlar hønur, sigur Annfinn.
Sum er, arbeiða tveir mans á eggjavirkinum, umframt vikuskiftisavloysarar, men Annfinn væntar, at teir nú mugu fara at verða fleiri.
Í sambandi við sláturvirkið, havi eg fleiri menn at trekkja uppá, so tað verður einki problem. Tað verður nakað, sum vit fara at klára sjálvir, sigur Annfinn at enda.

Myndatekstur:

Nýggi bygningurin hjá virkinum Føroya Egg á Velbastað. Tilsamans hevur virkið nú 1250 fermetrar at ráða yvir, og 10.400 hønur eru »fluttar inn«. Í februar kemur væntandi næsta vøran av Velbastað, nevniliga høsnakjøt.
Mynd: Jens Kr. Vang