Føroya Egg økir um virksemi

Í løtuni verður síðsta hond lagd á tilbygning hjá Føroya Egg á Velbastað. Ætlanin við nýggju hølunum er at hava fleiri hønur, og harumframt eru ætlanir um at fara undir slátur av hønunum við sølu fyri eyga.

Skjótt verður tað væntandi gjørligt hjá føroysku brúkarunum at keypa føroyskar hønur til matna í matvørubúðunum kring landið. Føroya Egg á Velbastað er í holt við at byggja út, og í nýggju hølunum er millum annað ætlanin at hava eitt sláturvirki.

3200 hønur afturat
Nýggi tilbygningurin hjá Føroya Egg skal standa klárur 8. novembur, tí tá koma ikki færri enn 3200 nýggja hønur til landið, sum Føroya Egg skal hava. Við teimum nýggju hønunum kemur stovnstalið hjá Føroya Egg upp á góðar 10000 hønur.
Stjórin hjá Føroya Egg, Anfinn Brekkstein, sigur, at tað gongur væl at sleppa av við eggini. ? Tað tykist sum um, at føroyski brúkarin hevur funnið út av, at nú ber til at fáa nývorpin egg í Føroyum, og tað er sjálvsagt ein trygd fyri brúkaran, at so er, sigur hann.

Fara undir slátur
Í einum parti av nýggja tilbygninginum skal sláturvirki gerast. Sum nú er, verða hønurnar, tá ið tær eru ov gamlar, burturbeindar, men við sláturvirkinum er ætlanin, at farast skal undir at selja føroyskar hønur til matna, sigur Anfinn Brekkstein.
Hvussu prísurin á føroysku hønunum fer at verða í mun til útlendsku kappingarneytarnar, dugir Anfinn Brekkstein ikki at meta um enn. ? Nú gera vit virki klárt, og tá ið alt er komið upp á pláss, ber betur til at gera neyvar útrokningar, sigur hann.
Einki verður upplýst um prísin á nýggja tilbygninginum, men stjórin á Føroya Egg sigur, at eftir hansara tykki er fermetraprísurin ikki høgur, men hinvegin er kravda útgerðin til sláturvirki rættuliga dýr. Tað er sp/F Búsetur, ið hevur staðið fyri arbeiðinum hjá Føroya Egg á Velbastað.