Beinleiðis í landskassan eftir peningi til vinnuna, og inntøkurnar frá tunnlinum skulu ikki í felags kassan, men beinleiðis til tey fáu. Byrja við knøppum tveimum milliónum í fyrsta uppskotinum (løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum), men við undirsjóartunnilsuppskotinum økist ferðin, og milliónirnar gerast skjótt 600- 700.
Fyri neyðini at landskassin og fígjarviðurskifti landsins annars komu í tryggar hendur eftir valið!
Framyvir verður hvør króna raðfest! Raðfest til tey, hvørs lívsleið háttaði seg so, at teimum tørvar hjálp og stuðul. Veik, sjúk, tey av ymiskum orsøkum skerd, gomul, børn v. m. Og til samfelagsútbyggingar, herímillum eisini vegir og tunnlar til økir, sum bert kunnu yvirliva og mennast við dagførdari farleið.
Tey, ið fáast við at spekulera í krónum og oyrum mugu brúka aðrar kassar enn landskassan. Og kenni eg tey rætt, so hava tey neyvan nakað ímóti tí.
p. s. Annars fegnist eg um, at uppskotið um løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum eigur fleiri vinir. Eg royndi á ólavssøku 2006, tá atkvøddu Kári fyri, hinir ímóti.