Føroya Blindastovnur - ein stovnur í menning

Í gjár hátíðarhelt Føroya Blindastovnur sítt 10 ára jubileum. Heilt fitt av fólki var og vitjaði stovnin og tiltøkini, sum vóru í samband við jubileumi

Á Føroya Blindastovni er nógv virksemi. Einir 30 brúkarar vitja á stovninum hvørja viku, og haraftrat eru eini 10 starvsfólk knýtt fast at stovninum.

Virksemið á stovninum er rættuliga fjølbroytt, og fevnir tað millum annað um matgerð, ymiskt handarbeiði, sosialar aktivitir og annað, sum hevur áhuga hjá brúkarunum.

Tiltøkini, sum dagliga eru á stovninum, mennast støðugt, og møguleikarnir hjá teimum blindu í samfelagnum gerast alsamt betri.


?Eitt lukkað land?

Hjá nógvum man stovnurin helst tykjast sum ?eitt lukkað land?, men so er ikki. Øll eru vælkomin at vitja á stovninum, og tey flestu, sum koma á vitjan fyri fyrstu ferð, eru bilsin um, hvussu glaðir brúkararnir eru í teirra arbeiði.

Tveir leiðbeinarar eru knýttir at stovninum, og hesir hjálpa blindum og sjónveikum bæði á stovninum, men so sanniliga eisini uttan fyri stovnin.

Nógvur aktivitetur er eisini uttan fyri stovnin. Gott og væl 100 blind ella sjónveik fólk eru í landinum, og tey finnast um alt landið. Størtsi parturin av hesum eru ikki fullkomiliga blind, men hava sterkt niðursetta sjón.


Hátíðardagurin

Sum áðurnevnt, so var skipað fyri nógvum tiltøkum á stovninum í gjár, tá ið jubileumið var hátiðarhildið.

Millum annað var framsýning av hjálpartólum til blind og sjónveik, og eisini var møguleiki hjá áhugaðum at síggja, hvussu tey sjónveiku arbeiða á vevstovuni og træverkstaðnum.

Nøkur ung greiddu frá, hvussu tey klára seg í gerandisdegnum í føroyska samfelagnum.

Dagurin endaði við, at ein eygnalækni greiddi frá um niðursetta sjón hjá eldri og viðgerðarhættir.