Føroya Bjór hevur sent nýggjar øl á marknaðin.
Grønur Veðrur 33 cl, 4,6 % vol: Grønur Veðrur er bryggjað við vistfrøðiligum rávørum, ein frísklig bjór við eyðkendari humluaroma /smakki. Grøni Veðrur er onnur vistfrøðiliga bjórin, Føroya Bjór hevur bryggjað.
Skansa Øl 33 cl, 4,6% vol: Bryggjað sum ein Pale Ale, hettar er ein yvirgerað aromatisk Ale við eini mildari humluaroma.
Slupp, 500 ml, 5,8 % vol: Bryggjað fyrstu ferð í 1984 til ólavsøku. Góða gamla sluppin hevur fingið nýtt snið. Listamaðurin Edward Fuglø hevur teknað Sluppina av nýggjum. Smakkurin er tann sami.