Føroya Bjór ímóti sterkum øli

Føroya Bjór, ið er einasta virkna bryggjarí í landinum, kann ikki liva við uppskotinum hjá landinum, um at loyva teimum at bryggja sterkt øl, tí tað hevur við sær, at teir ikki kunnu selja úr sínum egnu goymslum

Tað er soleiðis, at tað er stórur munur á, hvussu nógvan pening eitt bryggjarí vinnur, tá tey selja øl til rúsuna, og tá tey selja úr egnari goymslu.

Í uppskotinum hjá Jóhan Dahl, viðvíkjandi sterkum øli, stendur, at bryggjaríini bert kunnu selja sterkt øl til rúsuna og ikki beinleiðis til brúkaran.

Hetta er orsøkin til, at Føroya Bjór koyrdi tummilin niður, tá fyritøkan fekk hoyringsskriv frá Landsstýrinum.

- Fyriliggjandi uppskot, gevur okkum loyvi til hetta, men noktar okkum samstundis at selja ølið, meðan okkara øl og útlendsk produktir kunna seljast í einkarsøluni, skrivar Føroya Bjór í hoyringsskrivinum. Víðari stendur at fyritøkan als ikki kann liva við uppskotinum í verandi líki.


Fólkheilsuráðið forpurrar

Sambært Føroya Bjór, er orsøkin til hesar treytir í lógaruppskotinum, at Fólkaheilsuráðið hevur havt nógv at siga í lógarsmíðnum.

- Vit taka als ikki undir við tilráðingunum frá Fólkaheilsuráðnum har “availability/atkomuligheit” er lyklaorðið. Eftir teirra sjónarmiði er tað útsølurnar hjá bryggjaríunum, sum fáa fólk at drekka. Á bryggjaríútsøluni kannst tú bert keypa øl, meðan tú í Einkarsøluni kanst keypa rúsdrekka upp til 60 %, hvar er logikkurin, spyr Føroya Bjór. Sum somuleiðis heldur tað vera løgið, at ein fyritøka ikki skal kunna selja sínar egnu vørur til brúkaran.