Føroya Bjór hevur keypt Jolly

Danska felagsheitið fyri cola er nú vorðið føroyskt. Føroya Bjór keypti mánadagin rættindini til at kalla coladrykkin fyri Jolly


 

Føroya Bjór eigur nú øll rættindi til Jolly-merkið í Føroyum.

Hetta hendi, tá Føroya Bjór í dag endaliga fekk í lag keypsavtalu við A/S Dansk Coladrik um Jolly-merkið.

Frá seinast í seksti árunum til einaferð í áttatiárunum var Jolly felagsmerkið hjá øllum donskum bryggjaríum. Men brádliga fingu tey størstu bryggjaríini sær annað merkið. Hendan gongd endaði so við, at Albani bryggjaríið keypti Jolly merkið í 1997, og Føroya Bjór slapp at nýta tað saman við Albani.

Í november í fjør bleiv Albani keypt av Bryggerigruppen, sum er eitt samstarv millum Ceres, Faxe og Thor. Og eftir drúgvar samráðingar við hetta samtak, er Føroya Bjór sloppið at keypa rættindini til Jolly-merkið.

Føroya Bjór sigur í tíðindaskrivi, at Jolly hevur verið ógvuliga væl umtókt, síðani tað kom á føroyska marknaðin, og er í dag nógv mest selda sodavatnið í Føroyum.