Føroya Bjór heiðrað fyri páskabryggi

Selskab for Vestjysk Ølkultur hevur smakkað tey nógvu ymsu sløgini av páskabryggini. Harímillum var páskabryggi hjá Føroya Bjór, ið varð sagt at vera hitt næstbesta

Øl-kapping

Selskab for Vestjysk Ølkultur hevur kosið Føroya Bjór páskabryggi sum hitt næst besta páskabryggi í gullstyrki klassanum. Sambært Dimmalætting hittast limirnir í Selskab for Vestjysk Ølkultur til ølsmakking av og á. Teir fáa blind fyri eyguni, soleiðis at teir ikki vita, hvat slag teir smakka. Um hetta var tað, ið gjørdi útslagið, er ikki gott at vita, men í øllum førum fekk ølið frá Føroya Bjór eitt flott annað pláss fyri teirra páskabryggj í gullstyrki klassanum. Samanlagt varð tað til eitt fjórða pláss fyri allar ølirnar í øllum klassanum. Tað er føroyingurin Bjarne Juul Pedersen, sum hevur syrgt fyri, at teir í vestur Jútlandi sluppu at smakka tað føroyska bjórið eisini. Hann er búsitandi í Føroyum, men er limur í Selskab for Vestjysk Ølkultur kortini, og hann var eisini við til smakkingina.
Tað er vert at leggja til merkist, at tað so kenda páskabryggi hjá Tuborg endaði á einum aftasta plássi í tí klassanum, har Føroya Bjór fekk heiðurin at verða nummar tvey. Nummar eitt í kappingini gjørdist Hancock Påske Beer, ið er eitt lokalt merki í Jútlandi.

Herðaklapp
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, sigur, at hann tekur hetta sum eitt herðaklapp.
?Eg eri serliga stoltur av, at vit vunnu á so kendum merkjum sum Ceres og Tuborg, sigur Einar Waag.
Hann upplýsir, at teir longu útflyta eitt sindur til Íslands og til Danmarkar. Tað er Føroya húsið, sum stendur fyri søluni av Føroya Bjór í Danmark, sum tó ? enn ? bert er til nakrar fáar barrir og matstovur.
Einar Waag roknar ikki við, at útflutningurin fer at veksa nakað munandi av hesum, men hann er glaður fyri at hava fingið hesa viðurkenningina.