Føroya Bjór ger nýggja øl til ólavsøku

Føroya Bjór hevur bryggjað eina serstaka ólavsøkubryggj, nú tjóðarhátíðin er fyri framman. Fløskan er prýdd við eyðkendum litum frá føroyska búnanum.

 - Ólavsøkubryggið er ein serstøk samanseting av malti, humlu og fӧroyskum urtum, sigur Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór.

Sagt verður, at “Ólavsӧkubryggj” hóskar væl til føroyskan mat og til ólavsøkuborðið.