Hon sigur, at tann besta rávøran er sett neyvt saman, fyri at fáa eitt gott samanspæl og eina góða javnvág ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni.
– Páskabryggið hóskar væl aftur við mati og serliga til páskaborðið, sigur hon.
Páskabryggið 2011 er bryggjað í avmarkaðari nøgd og verður til keyps í dag.