Føroya Bjór besta úrslit í 14 ár

Føroyski bryggjarírisin Føroya Bjór hevði eitt gott ár í fjør

Úrslitið hjá bryggjarírisanum í Klaksvík, Føroya Bjór, var upp á 5,5 milliónir krónur. Tað er nakað betri enn árið fyri, men munandi meiri enn árini frammanundan. Vit skulu heilt aftur til 2006 at finna eitt frægari úrslit.

Ársins bruttoúrslit var 25,9 milliónir í fjør í mun til 23,6 árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 5,5 milliónir ímóti 5,4 milliónir krónur árið fyri.

Umframt at bryggja og selja øl, so bryggjar Føroya Bjór eisini spiritus, sodavatn og aðrar leskidrykkir.

Í ársfrágreðingini skrivar leiðslan í Føroya Bjór, at við støði í stóru óvissuni, sum Covid-19 hevur viðført, og óvissuni um, hvussu leingi støðan fer at vara, er tað í núverandi løtu ikki møguligt at gera eina rímuliga meting av fíggjarligu avleiðingunum av Covid-19.

– Av somu orsøk er ikki møguligt at koma við einari nóg vissari frágreiðing um, hvat væntað verður av umsetningi og úrsliti áðrenn skatt. Leiðslan metir, at nettosølan verður løgri enn í 2019. Felagið er ført fyri í stóran mun at tillaga virksemi til broyttu støðuna, skrivar leiðslan.

Áðrenn Covid-19 útbrotið varð væntað, at umsetningurin og úrslitið áðrenn skatt fyri 2020 fer at verða á sama støði sum í 2019.

Føroya Bjór rindaði í fjør góðar 15 milliónir krónur í lønum og 1,2 milliónir í skatti.

Materiella støðisognin hjá felagnum er góðar 50 miliónir krónur, og eginpeningur felagsins er slakar 62 milliónir krónur í mun til góðar 78 milliónir krónur árið fyri.

Orsøkin til tað er, at felagið hevur rindað partaeigaranum 22 milliónir krónur í vinningsbýti.

Fyrr í ár keypti Føroya Bjór kappingarneytan, bryggjaríið Okkara á Velbastað. Tað felagið hevði ikki eins góð roknskapartøl at vísa á. Úrslitið hjá Okkara í 2018 var eitt hall upp á 600.000 krónur. Felagið hevði í 2018 eina eginogn upp á minus 2,8 milliónir krónur.