Hóskvøldið 4. desember fara nøkur av okkara fremstu skøldum at lesa upp í Reinsarínum í Havn
Talan er um ein marathonupplestur, ið varir í knappar 4 tímar. Fyrsti upplesarin fer at lesa klokkan 20:00, og málstrikan verður nádd á midnátt.
Í sambandi við at fimti Vencil er komin út, eru flestu upplesararnir onkursvegna knýttir Vencili, men eisini eru gestir við.
Tey, ið fara at lesa, eru: Carl Jóhan Jensen, Heðin M. Klein, Oddfríður Marni Rasmussen, Sigri Gaini, Kim Simonsen, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Katrin Reinert, Bárður Persson, Hanus Kamban, Agnar Artúvertin, Vónbjørt Vang og Bergur Rønne Moberg.
Tiltakið verður samstundis startskotið til bókmentadagarnir, sum verða hildnir í Norðurlandahúsinum 6. og 7. desember.
Møguligt verður eisini at ogna sær Vencil fimta, og ein serligan jólapakka við fýra teimum fyrsu Venclunum.