Føroya besti kikari settur upp í Suðuroy

Ein stórur kikari, sum er tann einasti av sínum slagi í landinum, er tað nýggja ferðamálið í Suðuroynni

Eitt tað besta, vit hava at bjóða ferðafólki, er okkara stórbæra náttúra.

Men nú hava ferðafólk í Suðuroy, og suðuroyingar sjálvir, fingið ein heilt nýggjan møguleika at eygleiða náttúruna og lívið í henni.

Tí nú er ein stórur, sterkur kikari settur upp heilt úti á eggini á vestursíðuni í Suðuroy. Tað er Suðuroyar Kunningarstova, sum hevur útvega kikaran, sum er tann einasti av sínum slagi í landinum.

Jonny Dimon, sum er leiðari á kunningarstovuni, sigur, at kikarin er nú settur upp vesturi á Røðini á Hálsi.

Tað er eftir sløttum beint vestur av munnaum á Hvalbiarbergholinum, Tvøramegin.

Av vegnum er tað ein lítil løta at ganga eftir sløttum vestur til kikaran. Annars eru prestar settir upp allan vegin, so tað er onki at fara skeivur av.

Jonny Dimon sigur, at ætlanin er at taka kikaran inn um veturin. Og hóast hann nú er settur upp har, merkir tað ikki, at hann skal standa har í allar ævir. Tí møguleiki er at flyta hann og at seta hann upp á onkrum øðrum, nátúruvøkrum stað í Suðuroynni eitt annað ár.


Útsýni í allar ættir

Dánjal av Rana, formaður í teknisku nevnd í Tvøroyrar Býráð, var tann fyrsti, sum slapp at royna nýggja kikaran.

Hann sigur útsýnið er heilt framúr í næstan allar ættir.

Kikarin kann snarast 320 stig, so hann fer næstan heilt runt.

? Suðureftir, sæst heilt til Fámjins, har tey ytstu húsini koma undan. Tað er gott útsýni til tað høga bergið, Galvan, sum er mark ímillum Fámjin og Trongisvág. Smárøkurnar undir Galvinum síggjast heilt væl, og útsýnið er bæði yvir Botn og Brimnes

Norðureftir sæst Bergtangi, sunnanfyri Hvalbiareiði, Toftaskorar, Prestskorar, Stuttaberg og so frameftir og allar drangarnar framvið landi.

Og inneftir sæst langt eysturí dalin í Trongisvági, líka á Kambin. Kikarin er frálíkur hjá teimum, sum hava áhuga fyri fuglalívi, tí tað liggur væl til at eygleiða fugl í honum. Men hann kemur eisini væl við hjá teimum, sum hava seyð, og tað eru fleiri, sum hava kikað eftir seyði í honum.