Nú skal besti Dj í Føroyum finnast. DeeJay Battle Awards fer av bakkastokki 27. novembur, har øll áhugaði kunnu dystast um at gerast Føroya besti DJ. Seinnu árini hevur rákið innan Dj?ing vunnið uppá seg. Vit síggja fleiri og fleiri Dj?arar gera um seg í tónleikaheiminum, og tíðarinnar rák hevur lyft hesar uppá sama støði sum tónleikarar, sum spæla sítt ljóðføri. Vit síggja túsundtals fjepparar kring allan heim fylkjast um hesar ljóðsnillingar, sum eitt nú Trentemøller, Tiesto og aðrar.
Nú fáa føroyingar eisini høvi at vísa síni kynstur innan hetta yrki ? og vinnarin sleppur út um landoddarnar at royna seg í Dj kapping í Danmark.
Í 2001 var fyri fyrstu ferð skipað fyri dj-kapping, sum nú hevur broytt navn til DeeJay Battle Award. Vit skrivað nú ár 2010, og tað er ein sera stór broyting farin fram innan yrki at spæla tónleik frá fløgum. Í stuttum kann sigast, at tann tónlistarliga avbjóðingin er at skapa nakað nýtt og forkunnugt burturúr frammanundan innspældum tónleiki og ljóðeffektum.
-Tað eru ivaleyst nógv, ið sita ymsastaðni í landinum, og spæla sær við tankanum um at royna seg á einum yrkispalli við góðum umstøðum og hartilhoyrandi áskoðarafjøld, so nú er bara at tekna seg til kappingina, sigur Rúni, fyrireikari í viðmerking.
Einasta treyt er at tú ert 16 ár ella eldri.
Umframt at bjóða nútímans tónleik, skal kappingini eisini virka sum ein lopfjøl fyri tey, ið ynskja at menna eina framtíð innan hetta yrki.
-Vinnarin fær eina peningagávu á 15.000 krónur, og møguleikan at luttaka í donsku Djkappingini.
Tað verða tvey undanumfør. Tann fyrra í høllini á Hálsi 27. november. Seinna undanumfari verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 4. desember, og vinnarin verður kosin til finaluna í høllini á Hálsi 18. desember.
Fyrireikararnir siga, at umframt at bjóða tónleik frá bestu dj?unum í landinum, verða eisini ymsar gestaframførslur.
-Vit hava spennandi gestaframførslur til bæði undanumførini og til finaluna, men tað avdúka vit ikki júst enn, sigur Rúni Djurhuus.
Tekning fer fram á www.songroddin.com ella við at senda teldupost til: dba.fo@email.com
www.deejaybattelfo.com. Tað er 16 ára aldursmark fyri at tekna seg til kappingini.