Hvat finst so á handilshillarnar av ”kommersiellum” fiskafarsi?
Eg fann hendan dagin fýra sløg: frá Sjógæti í Norðskála, Krás í Hósvík, Kjøtbúðina v/ Otto Reinert í Havn og Hjallinum í Miklagarði í Havn.
Hvat er so gott fiskafars og ein góð frikadella?
Marius Johannesen skrivar í Matur og Matgerð, at fiskurin enn sum áður hevur verið álitið til døgurðamat hjá føroyingum. Men teir gomlu gjørdu ikki nógvan ómak av at gera fiskin til. Hann varð etin feskur, ræstur, saltaður ella turrur. Feskur fiskur varð eisini gjørdur til frikadellir ella knettir, men so var eisini alt, hvat ið viðvíkti at gera mat burturúr fiski.
Men hvat bilar tað, tá ið heilt vanligar fiskafrikadellur man vera lystimeti hjá mongum her á landi? Ikki minst børnum.
Og sum Óluva Skaale í somu bókleiðbeinir okkum, skal farsið rørast væl og umráðandi er at steikja í ríviliga av feitti (smør ella margarin) og ansa eftir ikki at geva frikadellunum ov bráðan eld.
Og her havi eg so hug at leggja afturat: ansa eftir saltinum!
Er farsið ov salt vendst ikki aftur og salt fáa vit frammanundan ríkiliga av í nógvum nútímans skornum viðskera.
Skoðsmálini eru latin í mun til fiskasmakk, konsistensi og salt/krydd-javnvág.
Sjógæti (Samkeyp/PE),
kr. 35,95/480 g (kr. 74,90/kg)
Gullaksur. Smakkurin er heilt góður, men konsistensurin nakað fínur sum mos. Men gullaksur er bleytur fiskur.
4 stjørnur ****
Krás (Samkeyp/Inn),
kr. 49,63/752 g (kr. 66,00/kg)
Toskur og gullaksur. Sera góður smakkur og góður grovur konsistensur, men nakað salt fars.
4 stjørnur ****
Kjøtbúðin v/ Otto Reinert (Samkeyp/PE),
kr. 36,43/486 g (kr. 74,95/kg)
Toskur/hýsa og gullaks. Heilt góður fiskasmakkur, men konsistensurin nakað babymos-kendur og so er latið alt ov nógv salt í.
3 stjørnur ***
Hjallurin (Miklagarður),
kr. 46,22/642 g (kr. 72,00/kg)
Ónevndur fiskur. Sera góður smakkur, sera góður grovur konsistensur og framúr hóskandi saltjavnvág. Í serflokki besta fiskafars.
5 stjørnur *****